Fekk fýra reyð kort í einum dysti

Walisiski Ricky Broadley hevur helst sett eitt keðiligt heimsmet, sum ikki verður tikið í bræði

Fótbóltur

29 ára gamli walisin gekk berserkaragongd í einum steypadysti millum Mountain Rangers og Penrhyndeudraeth í walisisku steypakappingini.
Fyrst fekk hann eitt reytt kort fyri eitt sparka ein mótstøðumann í andlitið. Eftir hetta fekk hann eitt reytt kort aftrat, fyri at keglast við dómaran, John Owen.
Á veg út av vøllinum sproytaði Ricky Broadley vatn í andlitið á dómaranum, og aftaná dystin kom hann við grovum hóttanum ímóti dómaranum. Nógv rok var undir dystinum, tí umframt tey fýra reyðu kortini, sum Ricky Broadley fekk, so fingu tríggir aðrir spælarar hvør sítt reytt kort.
Ricky Broadley hevur eitt ræðuligt umdømi, sum fótbóltsspælari. Hann er fyrr útistongdur úr liguni, Sunday League Football, fyri lívstíð.
Steypadysturin millum Mountain Rangers og Penrhyndeudraeth var partur av kappingunum hjá ”North Wales Coast Football Association”. North Wales Coast Football Association hevur nú eisini tikið avgerð um at geva Ricky Broadley eitt bann fyri lívstíð.
Sambært enskum fjølmiðlum átti Dean Windass tað gamla metið, tá hann í einum dysti fyri Aberdeen í bestu skotsku deildini í 1997 fekk trý reyð kort í einum og sama dysti.