Ein ungur maður skar seg í andlitið leygarnáttina, tá hann fekk eitt glas í høvdið á einum skeinkistað. Maðurin hevur ikki ynskt at melda málið, tí hendingin fór fram í rokið, og maðurin segði við løgregluna, at hann sjálvur var orsøk til hendingina.
Tað skilst, at maðurin varð blakaður út av einum skeinkistað fleiri ferðir, og bleiv við at koma inn aftur. Seinastu ferðina varð eitt sindur roki, og endin varð, at maðurin fekk eitt glas í andlitið og skar seg. Hann varð koyrdur á skaðastovuna. Løgreglan hevur kannað málið, og sigur, at sum nú er, verður ikki meiri gjørt við tað.