Renning
Spenningurin var stórur millum føroysku áskoðararnar, tá 5.000 metra renningin hjá kvinnum var á skránni mánadagin.
Sunnvá Bjarnastein hevði her eitt bronsumerki frá í fjør at verja, og hóast hon ikki hevur betra tíðir sínar í seinastuni, so vóru vónirnar um eitt heiðursmerki kortini til staðar.
Ikki upp á tal
Hetta kom tó ongantíð upp á tal. Beint, sum startað varð, lupu tvær frá Isle av stað í stórari ferð, og hesar báðar hildu seg frammi alla renningina á tamb.
At tær løgdu so hart út, viðførdi, at alt feltið skjótt varð rættiliga spjatt, og skjótt varð sjónligt, at Sunnvá ikki megnaði at gera seg galdandi í heiðursmerkjarøðini.
Tá avtornaði gjørdist talan um eitt áttanda pláss hjá Sunnva, og tíðin hjá henni var ein góðan minutt verri, enn hon var fyri tveimum árum síðani. Tann tíðin hevði annars rokkið til á leið eitt fimta pláss í renningini mánadagin.
Eftir renningina hittu vit Sunnvá, og sum vera man tóktist hon vónbrotin um egna avrik sítt.
- Eg kláraði so als ikki at fylgja við teimum fremstu, og tá feltið gjørdist somikið spjatt felt, megnaði eg heldur ikki at fylgja við teimum næstfremstu.
- At eg rann somikið einsamøll, var so avgjørt ikki nakar fyrimunur, og tá eg sá at møguleikin fyri heiðursmerkjum var burturi, gjørdist sera torført at halda ferðini uppi. Eg royndi nakrar ferðir at koma upp í ferð, men tá møguleikin er burtur, er hetta eisini torført sálarliga, umframt at eg kendi tað sum um eg als ikki orkaði nóg væl.
Spurd, um tað sostatt verður talan um bananir og spaghetti fram til 10.000 metra renningina, sigur Sunnvá flennandi, at tað verður tað helst, umframt eitt sindur av rísi. Meira álvarsom svarar hon, at hon sum so ikki ordiliga veit, hvørjum hon skal rokna við til hesa kappingina.
- Eg hevði so ikki roknað við, at tær fóru at renna somikið skjótt í dag, men vertirnir av Isle of Man tykjast veruliga at hava spílað seg út í frælsu ítróttini, har tey vinna tað allarmesta.
- Eg eri bangin fyri, at tað sama fer at gera seg galdandi á 10.000 metra teininum, har tær eisini hava onkra við, sum vann í hálvum marathon, men sjálvandi fari eg at gera mítt besta, tá rennast skal, sigur Sunnvá at enda.