Tá løgreglan í gjár gjørdi ferðmátingar á Lambareiði varð ein bilførari máldur til at koyra 105 km um tíman. Tað fekk bilførarin klipp í koyrikortið fyri umframt eina bót.
Hetta var gjáramorgunin millum klokkan 8 og 9.
Ein annar bilførari var tikin beint fyri døgurða fyri at koyra í tíðini, tá hann hevði mist koyrikortið. Tað fekk hann bót fyri.
Og í gjárkvøldið klokkan 18:30 fekk løgreglan boð um, at onkur var í miðbýnum í Havn, sum hevði fingið ov nógv at drekka. Har mátti løgreglan hjálpa viðkomandi á føtur aftur.
Náttin hevur annars verið sera friðarlig hjá løgregluni.