Fekk laks sum vigaði 26 pund

Eina góða løtu millum jól og nýggjárs fekk danin, Flemming Snowman, henda laksin, sum vigaði stívliga 26 pund.

Tað er hávetur, og veðrið hevur verið hareftir. Eisini á leiðini við Bornholm hevur verið støðugt nógvur vindur í vetur. Men, eisini um veturin er tað soleiðis, at tað stillir av í løtum.

 

Eina slíka løtu fór danin, Flemming Svowman, sær ein túr við báti sínum og tráðuni, og henda dagin var hann heppin. Hann fekk ein flottan laks, sum vigaði 13,31 kilo - ella stívliga 26 pund.

 

Tað er www.fiskeavisen.dk sum ber hesi tíðindi, og lagt verður aftrat, at stóri laksurin varð veiddur millum jól og nýggjárs á einari av "klassisku" laksaleiðunum við Bornholm.