- Hóast eg havi spurt meg fyri hjá røttu viðkomandi myndugleikunum - Fiskimálráðnum og Vørn - so ber ikki til at fáa annað svar enn, at spurningurin er góður. Tað, sum eg havi spurt um er, hvørji línuskip eiga rætt at fiska av føroysku botnfiskakvotuni í Eysturgrønlandi í 2017.
Tað sigur skrivarin í Felagnum Línuskipum, Kristian Martin Petersen, á sínari Facebook-síðu í kvøld. Hann vísir á verandi støðu, at Føroyar hava latið Grønlandi svartkjaft í føroyskum øki í ár - og afturfyri fáa Føroyar botnfiskakvotu í Eysturgrønlandi, markað til línuskipini.
- Hetta eigur Fiskimálaráðið og landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum rós fyri, sigur hann.
Skrivarin í Felagnum Línuskipum vísir á, at tá okkurt smávegis er brúkt til reguleringar, so er botnfiskakvotan í Eysturgrønlandi 875 tons av toski og 375 tons av brosmu, lutað sum felagskvota til línuskipini, sum hava søkt um loyvi at fiska har í ár. Hetta er sambært Kunngerð nr. 26 frá 28. mars 2017.
- Línuskipini, sum í 2017 hava søkt um loyvi at fiska botnfisk í Eysturgrønlandi, eru 18 í tali, herav eru 15 aktiv, men trý liggja við bryggju. Eitt av teimum við bryggju er Helena, sum einki veiðiloyvi hevur, tí tað verður brúkt í svartkjaftafiskiskapinum. Men kortini hevur Helena fingið útskrivað sín lut av felagskvotuni í Eysturgrønlandi í ár. Og hesin parturin er longu fiskaður.
Kristian Martin Petersen vísir á, at fyri at fáa fiskiloyvi at fiska í Eysturgrønlandi, krevst, at skipið hevur veiðiloyvi. Hetta er sambært galdandi lóg um vinnuligan fiskiskap, har tað í § 5, stk. 3 stendur, at eitt veiðuloyvi "er góðkenning, ið landsstýrismaðurin veitir ávísum fiskifari at veiða á føroysku landleiðunum og á leiðum uttan fyri føroysku landleiðirnar…"
- Hetta altavgerandi veiðiloyvið kann metast við t.d. eitt pass, sum gevur grundleggjandi loyvi at ferðast millum lond. Men, fyri at koma inn í eitt ávíst land, so krevst ofta eitt visum aftrat passinum. "Visumið" er tað, sum í okkara fiskivinnulóggávu svarar til eitt fiskiloyvi, sum kemur omaná veiðiloyvið.
Skrivarin í Felagnum Línuskipum sigur, at tað í dag er próvfast, at Helena hevur fingið útlútað fiskiloyvi uttan at hava galdandi veiðiloyvi. Samstundis staðfestir Kristian Martin Petersen, at felagskvotan, sum Helena eigur sín lut av, er fiskað, hóast Helena einki veiðiloyvi hevur.
- Mín spurningur til røttu viðkomandi hevur seinastu dagarnar verið, um tað er rætt, at Helena fekk lut í felagskvotu uttan veiðiloyvi. Sum sagt, eru røttu myndigleikarnir samdir um, at spurningurin er sera góður - og fyribils sær hann út til at vera betri enn svarið!
Kristian Martin Petersen endar við at siga, at vónandi verða hesi viðurskifti greinað, tá røttu myndugleikarnir fara at svara hansara fyrispurningi.