Líratíðin er nú farin at halla, men enn situr onkur líri eftir í síni djúpu holu. Tað er serliga í Skúvoy, Stóru Dímun og einstaka aðrastaðni í Føroyum, at menn taka líra við lykt á kvøldi. Lítið verður tosað um líra, og einki sæst til hann í dagsljósi, tí tá situr hann kúrrur í sínari holu, meðan hin vaksni fuglurin - skrápurin - helst er til havs og leitar eftir føði til ungan.
Tað er ikki, fyrr enn kvøldið kemur, at lírin kemur út - og antin flýgur av rókini ella fer inn aftur í holu sína til næsta kvøld, um hann tá er búnaður so mikið, ella lotið er til vildar. Í Skúvoy taka menn einar 1000 lírar í líratíðini, og í Stóru Dímun plaga teir eisini at taka sær til húsbrúks, kanska einar 150 í tali ella har umleið.
Eitt serligt fyribrigdi er á Sandi, har fitt av líra dettur niður á vegirnar, og tað eru fleiri, sum liggja fram við og taka teir upp. Hetta er ungi, sum flýgur úr bakkanum og verður blendaður av gøtuljósunum. Væntandi er, at lírin, sum dettur niður á Sandi, er ungi, sum flýgur úr bakkanum í Skúvoy, og hetta passar eisini væl við, at ofta liggur best fyri, tá ættin liggur av Skúvoynni.
In.fo veit um mann á Sandi, sum í vertíðini nøkur ár herfyri tók einar 90 lírar upp á vegnum, men hetta var fongurin yvir fleiri kvøld. Og tó; tað eina kvøldið fekk maðurin ikki færri enn 22 lírar. Ymiskt er, sum fuglurin dettur niður á Sandi, og seinastu tíðina hevur hann ligið nógv við høgætt. Tí er heldur ikki nógvur líri higartil í heyst fingin eftir vegnum um kvøldarnar.
Tað eru fleiri, ið liggja fram við á Sandi, tá kvøldið kemur, og koyrt verður kring um í bygdini og út á havnalagið at leita. Í gjárkvøldið var ættin til vildar, og In.fo veit um mann, sum í gjárkvøldið fekk níggju lírar eftir vegnum og á havnalagnum.