TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi beinleiðis við nýggja høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg, sum fekk sítt fyrsta stig, sum høvuðsvenjari í effodeildini, tá B36 spældi javnleik 1-1 ímóti Víkingi í Sarpugerði í Norðragøtu.
Samanumtikið er Jákup á Borg nøgdur við at fáa eitt stig í einum torførum útidysti ímóti FM-vinnarunum, Víkingi. Men hann sigur, at tá ein kemur á odda í fyrra hálvleiki, og spælir væl, so er tað harmuligt ikki at fáa sigurin heim.
Jákup er langt frá líka væl nøgdur við seinna hálvleik, tá Víkingur kom væl meiri til orðanna. Hann slær tó fast, at enn er stutt fráliðið, og liðið hevur nógv at læra. Hann er tó fegin um, at B36 spældi eftir hansara tykki góðan fótbólt í Sarpugerði í dag.