Hví flutti tú til Italia?
Maður mín er italienari og hevur búð í Føroyum seinastu sjey árini, so eg helt, at eg nú átti at fara til hansara heimland at búgva í eina tíð. Í Italia arbeiði eg umvegis alnetið fyri Skeiðsdepilin hjá Handilsskúlanum og Tekniska Skúlanum. Men tá eg fyri kortum fekk boðið at koma umborð aftur á Norröna at arbeiða, tók eg alt fyri eitt av.
Hvussu dámar tær arbeiðið?
Tað er spennandi, og her hendir altíð okkurt nýtt. Hvønn dag hitti eg eina rúgvu av fólkum úr ymiskum tjóðum, ið seta mær alskyns spurningar alt frá einum so banalum spurningi sum: Hvar á bátinum er Bingo? og til: Hvussu er vallaraheimið í Norra?.
Hvat er týdningarmikið at duga í tínum starvi?
Avgjørt at halda høvdið kalt í stressaðum støðum. Eitt nú er tað sera stressandi at standa innan fyri diskin framman fyri 50 fólkum, ið øll hava hvør sín trupulleika. Nógv eru óð og klaga, og tá er tað mín uppgáva at loysa trupulleikarnar.
Sermerkt uppliving?
Í síðstu viku var eitt gamalt íslendskt par umborð. Konan varð brádliga sera sjúk, og maður hennara kom til mín og bað um hjálp. Eg ringdi alt fyri eitt til stýrimannin, ið síðan hjálpti konuni, ið skjótt varð betur fyri. Seinni kom maðurin aftur til mín við eini gávu. Eg fekk einar vakrar silvuroyrnaringar úr Hetlandi. Eg gjørdist sera rørd, hóast tað rætt og slætt ikki var eg, ið hevði gjørt so nógv fyri tey.
Hvat gert tú, tá tú ikki ert til arbeiðis?
Onkuntíð eri eg so troytt, at eg sovi í 11 tímar út í eitt. Annars siti eg saman við hinum starvsfólkunum og hugni mær - spæli kort, hyggi í sjónvarp o.t. Tá eg orki, royni eg eisini at arbeiða fyri Skeiðsdepilin.
Er tað trupult at verða burtur frá familjuni?
Ja, avgjørt! Eg royni at ringja til dóttir mína tvær ferðir um vikuna, men vit hava brúk fyri pengunum, so soleiðis má tað bara vera.
Fært tú sjóverk?
Nei. Seinast vit fóru til Íslands rullaði tað sera illa, so tá varð eg eitt sindur úss. Men tá lógu flestu ferðafólkini á kamarinum, so tómligt var framman fyri móttøkuna.
Hvørjum vilt tú heilsa?
Allari familjuni hjá mær, sum eg ikki havi sæð í eina tíð. Eisini vil eg senda eina serliga heilsu til systur mína, Katrin, ið býr í Danmark.