Myndugleikarnir í Brasil hava tikið ein mann, sum hevur havt sína egnu dóttur sum fanga í tólv ár og fingið sjey børn við henni. Sagt verður, at tann 54 ára gamli Jose Pereira viðgekk beinanvegin, at hann hevði neyðtikið og misbrúkt dóttur sína fleiri ferðir. Í tólv ár sat hon innistongd í einari lítlari smáttu í einari fiskimannabygd.
Dótturin, sum nú er 28 ára gomul, og tey sjey børnini eru hjá teimum sosialu myndugleikunum nú. Tað elsta barnið er tólv ár og tað yngsta tveir mánaðir.