Fekk søkk frá Víkingatíðini á Skeivabanka

- Eg fari ikki at gera meira við hetta, nen tað er áhugavert, at víkingar fyri kanska 1000 til 1200 árum síðan róku fiskiskap á hesum leiðum, sigur Sniálvur Røvilsberg.

 

Her hongur søkkið í húkinum, sum tað var fast í, tá tað kom á línuna hjá Jógvani I á Skeivabanka.

Sniálvur Røvilsberg í Skopun siglir sum dekkari við frystilínuskipinum, Jógvani I. 

Á einum túri á Skeivabanka fyri umleið tveimum mánaðum síðan fingu teir eitt søkk á línuna.

Søkkið er ein steinur við einum holi í ovara enda.

Sniálvur tók søkkið, sum er evnað av mannahond, og hann gjørdist forvitin eftir at vita, hvat hetta kundi vera.

Hann læt søkkið til fornfrøðing at hyggja eftir, og hesin heldur tað ikki vera óhugsandi, at hetta er eitt søkk - ella lodd - frá víkingatíðini.

Sniálvur Røvilsberg hevur lagt mynd av søkkinum út á sína Facebook-síðu, og her vísir onkur fylgjari á, at slík søkk eru at síggja á søvnum í eitt nú Noregi.

Her verður sagt, at søkk, sum líkjast hesum á myndini, eru kend frá víkingatíðini.

Sjálvur heldur Sniálvur Røvilsberg, at hetta er áhugavert.

- Eg havi lovað systir míni, Jóhonnu Ørvarodd Hentze, søkkið til at goyma, sigur hann. 

 

Sniálvur Røvilsberg sigur, at hann ætlar sær ikki at gera meira við hetta, men heldur tað vera áhugavert, at víkingar fyri kanska 1000 til 1200 árum síðan róku fiskiskap á hesum leiðum - og við slíkum løttum reiðskapi.

 

- Tað kann eisini hugsast, at steinurin upprunaliga hevur verið størri, men at hann antin er brotin ella slitin og tí er so lítil, nú hann varð fingin á línuni á Skeivabanka, sigur dekkarin við Jógvani I.

 

 

 

 

 

 

 

Her hongur søkkið í húkinum, sum tað var fast í, tá tað kom á línuna hjá Jógvani I á Skeivabanka.