Spæliloyvi
Tað var fyri góðum mánaði síðani, at tað frættist, at toppskjúttin hjá Sóljuni, Simona Dziugyte, hevði gjørt av at fara úr felagnum, tá grundspælið var av.
Upprunaliga ætlaði hon sær heim, men tá hetta kom klaksvíkingum fyri oyra, bóru tey skjótt at. Stjørnan hevði upprunaliga tríggjar útlendskar leikarar, sum í ár hægst loyvda tal, men tá Andrijana Milodanovic fekk álvarsligan skaða tíðliga í kappingini, var rúmd fyri enn einum leikara, og sostatt fingu tey fatur á Simonu.
Í Klaksvík roknaðu tey ikki við, at tað fór at gerast nakar trupulleiki við at fáa spæliloyvi. Seinasti dystur, sum hon hevði leikt við Sóljuni var í Klaksvík hin 10. desember í fjør, og tí skuldi kravið um 30 daga steðg verið uppfylt.
Trý korter undan dystinum
Tá klaksvíkingar fóru til Vágs leygarkvøldið, høvdu tey framvegis ikki fingið boð um, hvørt litaviski leikarin kundi spæla við. Spæliloyvi høvdu tey ikki fingið, men hinvegin fingu tey at vita, at tað helst ikki varð fyrr enn týsdagin, at hetta varð útflýggja.
Hetta slerdu te yseg tó ikki til tols við, og eftir at hava togað aftur og fram við HSF, endaði alt við, at Simona Dziugyte slapp á vøllin sunnudagin.