Fekk stóra brugdu

Norski útróðrarmaðurin Harald Nordhaug hevði stóran fong við sær til lands, tá hann legði at bryggjuni í Stamsund í gjár, eftir at hann hevði verið og drigið gørn.

Fongurin var tó ikki í bátinum, men undir liðini á bátinum fleyt eim 10 metrar long og 10 tons tung brugda, sum hann hevði fingið í gørnunum. Brugdan var deyð, tá hann varnaðist hana.

-Tað er ikki vanligt at fáa brugdu í gørnini hesa ársins tíð, sigur Harald Nordhaug við blaðið Lofotposten.

Sambært blaðnum bleiv mett, at tað vóru millum 900 og 1.000 litrar av livur í brugduni.