Litríki skotski venjarin hjá Víkingi, Maurice Ross kann fegnast um sítt fyrsta steyp sum venjari í Føroyum.
Men Maurice Ross hevði eisini harmulig tíðindi til stóru viðhaldsfjøldina í Gøtu og Leirvík, tá Tróndur Arge gjørdi samrøðu við hann á Rás2 aftaná stórsteypadystin, sum Víkingur vann 4-3 á NSÍ aftaná brotssparkskapping.
32 ára gamli nigerianski verjuspælarin, Rasheed Alabi fær ikki arbeiðs- og uppihaldsloyvið, og tí mugu Maurice Ross og leiðslan í Víkingi arbeiða skjótt fyri at finna eina aðra loysn. Maurice Ross vil ikki siga nakað navn enn, men sigur, at tað verður kunngjørt fyrsta dagin.
Maurice Ross heldur, at dysturin á Tórsvølli í kvøld var ikki nakað serligt at skriva heim um.
Spurdur um hann lærdi meir um sítt egna lið í stórsteypadystinum svaraði skotski venjarin, at hann kennir sínar menn. Hinvegin lærdi hann nakað um NSÌ í kvøld.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Maurice Ross á Rás2.
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við Sølva Vatnhamar hjá Víkingi kann hoyrast HER
Samrøðan Tróndur Arge gjørdi við høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Sámal Erik "Bagga" Hentze kann hoyrast HER
Tróndur Arge segði frá stórsteypadystinum á Rás2, og André Olsen var viðmerkjari. Hoyr hæddarpunktini frá dystinum HER