Tað sær so óskyldugt og vandaleyst út at klippa gras við grasklippara. Men, er tað nú púrasta vandaleyst, kunnu vit spyrja.
Spyrt tú mannin, sum fyri nøkrum árum síðan kom illa fyri av einum grasklippara, fært tú ikki viðkomandi at siga, at tað er vandaleyst.
Tí, vandaleyst er tað ikki. Fólk eiga altíð at vera umhugsin og varin, tá gras verður klipt við grasklippara. Tað fekk hesin maðurin at sanna nøkur ár herfyri.
Maðurin hevði júst verið inni í kjallaranum og brýnt sær knívin á grasklipparanum so væl. Grasið á vøllinum var neyvan heilt turt.
Alt gekk væl, so leingi, sum hann klipti grasið eftir slættanum. Men, tá hann kom oman til skráan í lendinum, hendi nakað, sum maðurin als ikki var fyrireikaður uppá.
Í sjálvum skráanum gleið hann við grasklipparanum framman fyri sær, og í sjálvum reyvafallinum kom hann at draga grasklipparan upp á beinini á sær.
Og tað var ikki lukkuligt.
Nýbrýndi knívurin mól framvegis við sínari ferð, og nú framparturin av stivlanum og tærnar lógu fyri knívinum, skar maðurin seg so illa í tærnar, at hann noyddist á skaðastovuna.
Tíbetur var hann í stivlum, men neyvan er trupult at ímynda sær, hvat kundi verið hent, um maðurin kanska bara var í inniskóm.
So enn einaferð; her er betri at vera fyrivarin enn eftirsnarin.