Løgreglan í Týsklandi hevur tikið ein 69 ára gamlan mann í býnum Nürnberg og skuldsett hann fyri at hava neyðtikið dóttur sína í minsta lagi 497 ferðir ígjøgnum 34 ár og fyri at hava fingið trý børn við henni. Tvey teirra eru ikki á lívi longur.
Í dag er dótturin 46 ára gomul, og sambært løgregluni byrjaði pápin at misnýta hana, tá hon var 12.
-Hon slapp ikki frá honum, tí hann var altíð hjá henni, og hon slapp ikki at hava samband við onnur fólk, sigur ein talsmaður fyri ákæruvaldið í Nürnberg.
Tann 69 ára gamli maðurin hevur sitið í varðhaldi síðani í vár. Hann hevur viðgingið, at hann hevur havt kynsligt samband við dóttur sína, men vísir aftur, at hann noyddi hana til tess.
Málið í Nürnberg minnir um málið um eysturríkaran Josef Fritzl, sum fekk sjey børn við dóttur síni Elisabeth. Fyri tveimum árum síðani varð hann dømdur lívlanga fongsulsrevsing.