Fyrrverandi landsliðsspælarin í fótbólti, Jan Allan Müller, skal ikki í fongsul, fyri at hava lúrt eftir kvinnum, sum tóku sól Tað skrivar dimma.fo
Tað var annars fyri nøkrum mánaðum síðan, at tað kom fram at Jan Allan Muller, sum bæði er kendur frá fótbólti og vinnulívi, hevur lúrt eftir fleiri kvinnum, sum hava tikið sól í einum solarium í Horsens.
Hann hevði somuleiðis myndir av fleiri kvinnum, sum hann hevði lúrt eftir gjøgnum eitt hol í vegginum.
Í dag varð dómur sagdur í málinum í rættinum í Horsens, og maðurin fekk 60 dagar treytaða revsing fyri brotið, sum hann hevur viðgingið seg sekan í.
Enn er ikki greitt, um málið verður skotið inn fyri hægri rætt.