Kappróður
Róðrarsambandið er felagsskapurin hjá róðrarfeløgunum. Tað, sum feløgini semjast um, verður broytt. Men spurningurin er, hvat feløgini kunnu semjast um. At róðrarfólk og róðrarfeløg vísa á broytingar, sum kunnu betra um kappróður er sera positivt og eitt gott grundarlag fyri framhaldandi viðgerð.
Tað er formaðurin í Róðrarsambandi Føroya, RSF, Hannis Joensen, sum gevur omanfyri standandi til kennar.
Fyri einari viku síðani segði Martin Venned, sum telist millum royndastu kappróðrarmenninar, og sum rør við Nevinum Reyða í ár, at hann helt at talið á kappróðrum átti at verið økt. Nú verður kappast í seks FM kappingum. Martin helt, at talið átti at verið hækkað, og hann vísti í tí sambandinum á, at tað er at undrast á, at tað ikki verður kappast á summum av teimum bestu róðrarøkjunum í landinum, tá havt verður í huga, at veður, vindur og streymur hava meiri at siga í kappróðrinum, enn teir hava í nakrari aðrari ítróttargrein.
Verður viðgjørt
Hannis Joensen, formaður í RSF, hevur ikki áður hoyrt sjónarmiðið, sum Martin Venned hevði um, at róðurin á síðstu bygdarstevnuni undan norðoyarstevnuni skuldi verið avgerandi fyri, hvussu bátarnir verða plaseraðir, tá teir skulu rógva í Klaksvík. Hetta heldur hann vera sera áhugavert.
Hannis Joensen sigur, at eitt uppskot er komið til Róðrarsambandið um at hækka talið á FM kappingum úr seks og upp í sjey, og at uppskotið fer at koma fyri á aðalfundinum hjá RSF, sum verður í heyst:
? Tað er Kappróðrarfelagið NSÍ, sum hevur sent RSF eitt skriv um hetta. Teir skjóta upp, at kappróðrarnir á eystanstevnuni og varmakeldustevnuni telja við í FM kappingini á hvørjum ári. Sum kunnugt so hevur tað higartil verið soleiðis, at róðurin í Fuglafirði hevur talt við aðru hvørja ferð, og at róðurin á Skálafjørðinum hevur talt við aðru hvørja ferð.
Roknar tú við, at uppskotið fer at verða samtykt?
? Tað hevði verið rættari, um tað ikki bara vóru teir á Skálafjørðinum, men eisini teir í Fuglafirði, sum høvdu skrivað undir áheitanina ella uppskotið. Fuglfirðingar mugu eisini vera við uppá tað, um tað verður avgjørt, at teirra róður skal telja við á hvørjum ári, men tað ivist eg ikki í, at teir gera, sigur Hannis Joensen, og hann heldur fram:
? Uppskotið var komið til RSF, tá vit í februar vóru á eykaaðalfundi. Málið var ikki á skránni, men dýpið varð loddað, og tað vóru fleiri feløg, sum tóku undir við uppskotinum.
Ymisk áhugamál
Í síðstu viku sammetti Martin Venned her í blaðnum kappingina í róðrinum og fótbóltskappingina. Hann vísti á, at bæði kappróðrarfólkið og fótbóltsspælararnir venja frá stutt eftir ársskiftið, men meðan fótbóltsspælararnir kappast í átjan umførum í landskappingini og harafturat spæla nógvar dystir í steypakappingini, so er kappingartalið hjá kappróðrarfólkunum nógv meiri avmarkað. Talan er um seks FM róðrar og so onkrar róðrar á bygdastevnum. Martin helt, at nógva venjingin átti at verið so at siga lønt við fleiri FM kappingum. Í hesum sambandi vísti hann á, at t. d. samferðsluumstøðurnar eru so mikið batnaðar, tá sammett verður við tíðina, tá stevnutalið varð ásett, at tað ikki longur er nøkur forðing fyri fleiri kappróðrum, og hann helt, at tað átti at verið umhugsað, um kappróðurin altíð skal verða knýttur at summarstevnunum.
Hvat heldur formaðurin í RSF um tað?
? Eg eri púra samdur við Martini í, at umstøðurnar eru nógv broyttar. Tá vit róðu fyrrapartin av sjeyti árunum var ferðingin ein stórur trupulleiki. Eg minnist onkra ferðina, at Dagstjørnan, sum røkti vaktarhald undir Føroyum, kom inn fyri at flyta kappróðrarbátar, og at vit løgdu plangar lúnning av lúnning fyri at fáa pláss til bátarnar. Í so máta er nógv broytt, og samferðslan er ikki longur nøkur forðing fyri fleiri kappingum.
Hannis Joensen undirstrikar enn eina ferð, at tað eru feløgini, sum gera av, hvussu nógvar kappingarnar skulu vera. Hann vísir á, at um feløgini gera av at hækka talið til t. d. átta ella níggju róðrar, so verður neyðugt at leingja róðrarárið, tí tað skal vera møguleiki fyri at hava í hvussu so er eitt vikuskifti til at taka. Tað er komið fyri, og tað kann framvegis koma fyri, at tað orsaka av vánaligum veðri ikki verður møguleiki fyri at rógva bæði leygardag og sunnudag, og so siga reglurnar, at tað skal roynast av nýggjum eitt annað vikuskifti.
? Men um viljin er til at broyta hetta, so ber tað til. Spurningurin er, hvussu tað verður við viljanum. Eg rokni við, at áhugamálini hjá feløgunum eru sera ymisk. Í feløgunum, har tað er nógv lív í, og hjá teimum, sum tað er høgligt at koma til ymsu róðrarøkini, verður áhugin heilt víst størri at hava fleiri kappingar, enn hann verður í feløgum, har tað so at siga akkurát ber til, soleiðis sum tað nú verður kappast, heldur formaðurin í RSF, sum enn eina ferð undirstrikar, at tað er sera hugaligt, at róðrarfólk koma við konstruktivum uppskotum um, hvussu kappróðurin kann gerast uppaftur meiri áhugaverdur, enn hann er í løtuni.