Tað eru bara liðin nøkur fá ár, síðani B36 og B68 ferðaðust til europeiskan dyst sama dag, fingu bank og komu heimaftur sum flongdir hundar. Tá vóru nógvar atfinningar ímóti feløgunum, tí hildið var ikki, at tey tóku europeisku luttøkuna í nóg stórum álvara.
Síðani er nógv hent, og eitt nú B36 hevur gingið undan í góðum fyrireikingum, góðum avrikum og góðum úrslitum í europeiskum fótbólti.
Í fjør megnaði B36 at koma víðari frá fyrsta innleiðandi umfarinum í Champions League, men í øðrum umfari noyddist havnaliðið at lúta fyri turkiska stórfelagnum Fenerbahce.
Hini føroysku feløgini í europeisku kappingunum í fjør fingu eisini hampulig úrslit. Bæði HB og GÍ høvdu góðar møguleikar at koma víðari eftir fyrru dystirnar á heimavølli, men bæði liðini snávaðu heima. Skála kláraði ikki veruliga at hótta norska Start, sum samanlangt vann 4-1.
Samanumtikið vóru avrikini og úrslitini hjá føroysku feløgunum í Europa í fjør heilt fræg.
Góð avrik skulu endurtakast
Í ár skulu fýra feløg við fimm liðum taka lut í kappingunum hjá UEFA. Tvey av teimum fýra feløgunum eru tey somu sum í fjør – B36 og HB.
HB vann meistaraheitið og skal tí spæla í mest spennandi europeisku fótbóltskappingini – Champions League. Trý innleiðandi umfør eru áðrenn gylta bólkaspælið, men fleiri stór feløg mugu ígjøgnum innleiðandi dystirnar, og tí kann HB fáa okkurt spennandi felag at spæla ímóti – serliga um felagið klárar at spæla seg víðari frá fyrsta umfarinum.
Avrikið hjá B36 í fjør vísti, at tað ber til hjá einum føroyskum felag at koma víðari, um mótstøðan er til at tosa við, og liðini fyrireika seg væl til dystirnar.
B36 vann steypakappingina í fjør, og tað gevur rætt til luttøku í UEFA Cup kappingini. Álitisfólk í B36 hava longu sett sær sum mál, at felagið skal víðari í Europa. Við fleiri spælarum á liðnum, sum hava royndir frá altjóða fótbólti, eru møguleikarnir eisini til staðar hjá B36.
Fyrstu ferð hjá EB/Streymi
Tvey feløg, sum ikki spældu við í Europa í fjør, skulu royna seg í ár. Fyri fyrstu ferð nakrantíð sleppur felagsliðið EB/Streymur út í Europa at spæla. Teir høvdu helst vilja spælt við í Champions League, men tann møguleikan glapp teimum av hondum, og ístaðin verður EB/Streymur við í UEFA Cup kappingini.
Hetta verður ein sera spennandi uppgáva hjá felagnum, sum hevur lutvíst fá ár á baki, men hevur verið fyri stórari framgongd seinastu árini.
KÍ var annað av teimum føroysku feløgunum, sum av fyrstan tíð fór út í Europa at spæla. Hetta var í 1992, tá ið KÍ og B36 tóku lut í kappingum hjá UEFA.
KÍ hevði møguleikan at vinna sær sess í UEFA Cup kappingini, men hesin møguleikin hvarv, tá ið B36 vann steypafinaluna. Endastøðan í Formuladeildini hevði tó við sær, at KÍ skal spæla Intertoto kappingini, sum er tann minsta av teimum europeisku kappingunum.
Tað eru nøkur ár liðin, síðani KÍ seinast spældi í Europa, og í Klaksvík munnu tey uttan iva fegnast um, at framgongd er at hóma, og felagið aftur er umboðað í Europa við mansliðnum.
Kvinnur spæla eisini við
Fimta liðið í Europa Cup í ár er kvinnuliðið hjá KÍ, sum seinastu árini hevur spælt við í meistarakappingini hjá UEFA. Úrslitini hjá KÍ hava verið skiftandi, men onkur ár hevur tað eydnast at vinna ein dyst.
Umstøðurnar hjá KÍ-kvinnunum til kappingar í eitt nú Makedonia hava víst, at Føroyar saktans høvdu klárað at hýst einum bólkaspælið og havt tað á munandi hægri støði. Tí hevur verið tosað um, at KÍ í ár skal verða vertur fyri einum bólkaspæli, men enn er tað ikki greitt, um tað fer at eydnast.
Myndatekstur:
B36 stóð seg væl í europeiskum fótbólti í fjør og kom víðari frá fyrsta innleiðandi umfarinum í Champions League
***
16 ár síðani fyrstu uppgávurnar
Tað var í 1992, at føroysk feløg fyri fyrstu ferð tóku lut í europeiskum fótbólti. KÍ og B36 tóku av møguleikanum, meðan GÍ takkaði nei.
KÍ spældi í meistarakappingini hjá UEFA, og mótstøðuliðið var Skonto Riga. Fyrsti dysturin varð spældur á Svangaskarði, og hann endaði við til liðið úr Letlandi. Stórur munur var tó ikki á liðunum, og KÍ kundi saktans havt skorað okkurt málið afturat.
Seinni dysturin hjá KÍ endaði við 3-0 tapi í Riga, og tá vóru KÍ’arnir meira kroystir.
B36 spældi ímóti Avenir Beggen úr Luksemborg, og høvuðstaðarliðið hevði góð kort á hondini eftir fyrsta dystin. Dysturin í Lukesmborg endaði við 1-0 tapi, og tí var møguleiki at spæla seg víðari í seinna dystinum. Hesin dysturin endaði tó við javnleiki 1-1, og so var eisini B36 úti.
Síðani 1992 hava føroysk feløg á hvørjum ári tikið lut í kappingunum hjá UEFA, og peningaliga endugjaldið fyri hesar kappingar gera, at tað eisini er ráðiligt fíggjarligt at taka lut.