Hondbóltsreglur
Sum nent í mikudagsútgávu okkara, so var ivamál um, hvussu nógvar útlendskar leikarar eitt felag kundi hava í leikarahópi sínum.
Ivamálið komst av, at meðan Hondbóltssambandið ikki hevði reglur fyri hesum, so hevur ÍSF í sínari reglugerð ásett, at markið fyri útlendingum er 20%.
Rundað uppeftir
Spurningurin hevur so verið, hvussu hesi 20 prosentini skuldu skiljast, og í blaðnum her nevndu vit tríggir møguleikar, sum góvu ávíkavist ein, tveir og tríggjar leikarar.
HSF hevur nú gjørt av, at talið 20% skal skiljast sum prosentparturin av teimum 12 leikarunum, sum eru á dómaraseðlinum. Hetta gevur 2,4 leikarar, sum eftir vanligum roknireglum gevur tveir, men í hesum føri verður tað tulkað til tríggjar leikarar.
Beint eftir døgurða mikudagin vórðu boð annars latin feløgunum um, at markið av útlendingum framyvir skuldi verða tveir, men boðini stóðu tó ikki við. Seinni á degnum var talið broytt til tríggjar leikarar, og hevði hetta eisini sínar orsøkir.
Petur Ove Petersen, formaður í HSF, váttaði mikukvøldið, at HSF hevur tikið eina fyribils støðu um, at tríggir útlendingar kunnu vera á hvørjum liði. Hetta tí teir ikki vistu, hvussu teir skuldu handara tann 0,4 persónin, sum var í avlopi.
Tilsøgn latin í vár
Tað eru tó ikki serligar støddfrøðisligar reglur, sum hava gjørt av, at talið 2,4 nú er rundað til 3.
Í vár hevði í øllum førum eitt hondbóltsfelag í landinum fingið boð um, at tey kundu gera nýtslu av trimum leikarum. Hetta hendi, eftir at felagið fyrst hevði spurt seg fyri, um tað var teimum loyvt at hava fýra útlendingar á liðnum. Hetta varð teimum nokað. Talan kundi so avgjørt ikki vera um fleiri enn tríggjar leikarar, vóru boðini ta ferðina.
- Tað eru hesum boðum, sum VÍF og Stjørnan hava handlað eftir, tá tey hava fingið útlendskar leikarar hendan vegin, og tí er hildið fast um hetta. Hetta tí feløgini hava handlað í góðari trúgv
- Sjálvandi ber til at kæra hetta, og um so er, má málið ganga sína vanligu gongd. hinvegin er enn eingin kæra latin inn um teir dystir, sum hava verið leiktir.
Formaðurin í HSF sigur annars, at ætlanin var, at málið skuldi takast upp á aðalfundinum í vár, men at hetta onkursvegna bara fór framvið. Tí hevur hann bestan hug til at nýta hetta árið sum eina roynd, har man so kann meta, hvørt hetta tal er rætt ella ikki.
Halda um áður givin boð
Spurdur um, hvussu tað ber til, at feløgini í gjár fyrst fingu at vita, at markið av útlendingum var tveir, og at hetta síðani er broytt til tríggjar, ásannar Petur Ove, at samskiftið innanhýsis í HSF ikki hevur verið nóg gott.
Hann sigur orsøkina vera, at tað sum so ikki var talan um nakran fund, men at ymsu partarnir hava samskift umvegis telefon. Hetta tí málið hevði skund, og tí tað ikki var gjørligt at savna allar limirnar.
- Tað varð nevnt, at HSF fyrr hevur havt eitt mark upp á tveir leikarar, sum hægsta tal av útlendingum. Hetta kundu vit tó ikki finna aftur nakra staðni, men fyrru boðini til feløgini eru latin eftir hesum.
Fyri lesaran kann tað kanska tykjast ørkymlandi, at hetta skal verða eitt ivamál nú, tá tvey feløg fyri fleiri mánaðum síðani hava fingið at vita, at markið er tríggir.
Petur Ove ásannar eisini, at so er, men at teir hava valt at halda fast við ta avgerð, sum tá varð tikin. At hetta er ein óheppin mannagongd, er sjálvsagt einki at ivast í, men formaðurin sigur, at hetta heldur nevndin so fast við, og leggur dent á, at talan her er um eina meting, sum teir hava gjørt, og ikki nakra samtykt.
Málið hevði skund
At HSF framhaldandi heldur fast um hetta, kemst allar helst av, at feløgini hava handlað í góðari trúgv, út frá tilsøgnini, sum varð latin í vár.
- Trupulleikin í málsviðgerðini verið, at málið hevði stóran skund. Kvinnurnar hjá VÍF leiktu longu hóskvøldið, og tá var neyðgut at hetta var avgreitt. Stjørnan hevur, tíverri má man siga, ikki hendan trupulleika, tí Adriana Milodanovic er álvarsliga meidd.
Ein annar partur av málinum er, sum vit eisini nevndu mikudagin, tann fíggjarligi parturin. Einki er at ivast í, at bæði Størnan og VÍF hava handlað í góðari trúgv, tá tey hava fingið triðja leikaran ti landið. Í hesum arbeiði hava tey uttan iva nýtt bæði nógva tíð og pening, og spurningurin er, hvørt HSF kundi fingið endurgjaldskrav, um reglan nú varð broytt.
Petur Ove vil ikki avsannað at so kann vera, men vísir enn eina ferð til tað, sum er nevnt omanfyri. Nevnliga at feløgini hava handlað í góðari trúgv. ? Tey hava fingið eina útmelding í vár, og hesa standa vit fast við, sigur formaðurin.
Kunnu kenna seg snýtt
Mest óhepni parturin við hesm málinum er kanska tann, at tað at síggja til bert eru tvey lið, sum hava vitað av, at tríggir útlendingar er markið.
Bæði VB og Sóljan hava í ár tvær útlendskar kvinnur í hópinum. Spurningurin í hesum sambandinum er, um hesi lið kunnu kenna seg snýtt, nú tað er greitt, at tey kundu havt tríggjar útlendskar leikarar. Kanska er hetta serliga aktuelt hjá VB, sum í ár tykist hava ætlanir um at vinna seg fram í toppin.
- Tað er so at ivast í, at tað mugu vit taka á okkara kappa, tí tað nyttar okkum lítið at nokta fyri tí, sum vit hava sagt. At signalini frá okkara síðu so ikki hava verið nóg greið, er keðiligt, og so mugu vit taka tær skolurnar, sum kunnu standast av hesum.
Ein politisk prosess
Sostatt er líkt til, at málið um ein, tveir ella tríggjar útlendingar nú fyri fyrst er avgreitt.
At handfarðanin av málinum so ikki hevur verið tann hepnasta, sýnir samstundis, at enn vænta mannagongdir og annað at fáast í rættlag.
Tað eru jú bert fá ár síðani, at royndirnar at lyfta HSF aftur fóru í gongd.
Talan kann sigast at vera um eina politiska prosess, hóast orðið kanska tykist slitið í hesum døgum. Ein prosess, har partarnir líka sum skulu læra at starva í dagsins ítróttaumhvørvið, har krøv til leikarar, leiðslu og umsiting alsamt harðna.
Til samanberingar kunnu nevnast tær broytingar, sum Fótbóltssambandinum hevur fyri seinnu árini. Fyrst við altjóða luttøku og síðani við einum partvísum skifti frá at vera »reinir amatørar« til støðuna í dag, har fleiri leikarar fáa samsýning fyri ítrivið.
Einki er at ivast í, at ein slík umstilling má taka ta tíð, sum er neyðug.