Hondbóltssamband Føroya hevur aðalfund í dag. og millum málini, sum eru á skránni, er eitt uppskot frá Dómaranevndini um, hvussu vit kunnu bøta um dómarastøðuna í vaksnu deildunum.
Hanus Kúrberg er limur í Dómaranevndini, og saman við Hans Thomassen bleiv hann herfyri eisini valdur til ársins dómara av spælarunum í 1. deild hjá monnum og kvinnum.
? Støðið á dømingini er hækkað munandi seinasta árið, ikki minst tí vit hava roynt at fingið meira skipað viðurskifti við nøkrum føstum dómarapørum, sum hava dømt nógvar dystir, sigur Hanus Kúrberg, sum mannar Dómaranevndina saman við Peturi S. Dahl og Hans Holm.
Tað hevur kortini ikki altíð verið so gott, og móti endanum av kappingini tók drúgvur orðadráttur seg upp millum vestmenningar og hondbóltssambandið.
? Tað vit nú eiga at gera, er at seta okkum niður og loysa dómaraspurningin og fyrst og fremst fáa fólk at síggja í eyguni, at dómararnir eru ein partur og ikki ein mótpartur av hondbóltinum, sigur Hanus Kúrberg.
? Vit hava í ár havt fýra dómarapør, sum bara døma og einki annað. So eru eisini summir, sum samstundis eru spælarar ella venjarar, og sum eisini hava gjørt eitt gott arbeiði, men sum ikki kunnu konsentrera seg fult og heilt um dómaraarbeiðið. Og so hava vit eisini havt nøkur dømi um dómarar, sum eru møttir upp, men sum ikki hava dømt ? skilt á tann hátt, at teir floyta ein dyst ígongd, fáa sínar 200 krónur og fara avstað aftur. Hesir eru ofta úr feløgunum, sum rópa harðast um vánaligu dømingina, sigur Hanus Kúrberg.
Í vár tók stríð seg upp millum Hondbóltssambandið og VÍF, sum vísti sína misnøgd við Birgir Sondum sum dómara. HSF hótti við m.a. at taka rættin til heimavøll frá VÍF, men endin varð, at vestmenningar góvu HSF eina skrivliga umbering, so sum Hondbóltssambandið kravdi. Bert fáar dagar seinni tók VÍF hesa umberingina aftur, og tað er ivasamt, um luftin er heilt reinsað millum HSF og VÍF.
? Eg las her í blaðnum, at vestmenningar ikki vildu hava Birgir Sondum at døma í Vestmanna, og at teir helst vildu hava Hanus Kúrberg og Hans Thomassen, sigur Hanus.
? Eg takki fyri álitið, men haldi tað vera rættiliga grovt av VÍF at krevja einkarrætt upp á dømingina. Hóast tað er eitt stórt felag, hevur VÍF ongar rættiligar dómarar, og sostatt veita teir ongar veruligar tænastur til hini feløgini, sum hinvegin koma til Vestmanna at døma teir viku eftir viku, hóast tað ikki er serliga takksamt.
Feløgini mugu gera ein dómarapolitikk
Tað eru altso framvegis trupulleikar, hóast hondbóltsdømingin er komin undir eitt sindur meira skipað viðurskifti. Men hvat skal so gerast fyri at loysa hesar trupulleikarnar?
? Fyri tað fyrsta haldi eg tað vera sjálvsagt, at feløgini ? øll feløgini ? hava ein dómarapolitikk. Sum nú er, eru tað bert trý feløg, sum hava tað, og tað er sjálvsagt alt ov fá, sigur Hanus Kúrberg.
? Tað ræður eisini um hjá venjarunum at fyrireika spælararnar uppá, at teir kunnu gera feilir, so teir ikki skulu umbera seg við, at dómarin hevur skyldina. Dómararnir fáa skyldina, tá eitt lið tapir. Ein veruliga góður spælari grenjar ikki inn á dómaran ? hann hevur alt ov nógv annað at gera á vøllinum, sigur Hanus og leggur afturat, at tað ofta eru venjararnir, sum sita við endaligu ábyrgdini.
? Venjararnir í Føroyum eru ofta á so lágum støði, at teir siga við spælararnar, at teir skuldu vunnið, men dómararnir høvdu skyldina. Og mánakvøldið eftir dystin er venjingin einki broytt, hóast tað er tá, at venjarin skal royna at rætta uppá tað, sum bleiv gjørt skeivt í dystinum.
Útlendingarnir hækka ikki støðið
Nógvir útlendskir spælarar eru komnir hendavegin í seinastuni, og fleiri av teimum eru eisini venjarar. Sum heild er semja um, at hesir hækka um støðið, men tað er Hanus Kúrberg ikki so samdur í.
Hann heldur, at feløgini heldur áttu at satsað uppá, at útlendingarnir vóru góðir sum venjarar, heldur enn at teir vóru góðir spælarar.
? Støðið sum heild er ikki hækkað við hesum útlendingunum. Hjá Kyndli stendur og fellur alt við, um Jacob Jónsson spælir væl. Tað sama ger seg galdandi hjá H71, har alt snýr seg um Hans Guðmundsson, sigur Hanus.
Hann heldur, at hondbóltsfeløgini eiga at læra av fótbóltinum og tekur Tomislav Sivic hjá B36 og Ion Geolgau hjá HB sum dømi:
? Tomislav Sivic broytti B36 frá at vera eitt miðalgott lið til at vera eitt av teimum bestu í Føroyum við nógvum góðum ungum spælarum, sum felagið sjálvt hevur uppalt. Hann er góður spælari, men er eisini stak góður sum venjari. Og Ion Geolgau hjá HB hevur eisini lyft HB nógv upp. Hann spælir ikki sjálvur, men er bert komin til landið sum venjari. Og tá HB tapir ein dyst, geva teir ikki dómaranum skyldina. Tað góðtekur venjarin hjá teimum als ikki. Við einum góðum venjara verða egnu spælararnir hjá felagnum betri ? tað verða teir ikki altíð við einum góðum útlendskum spælara á liðnum, heldur tvørturímóti, sigur Hanus Kúrberg og vísir á, at StÍF bleiv føroyameistari hjá monnum uttan at hava nakran útlendskan spælara á liðnum, og venjarin var eisini føroyskur.
? Um Hans Guðmundsson ella Jacob Jónsson verður mansvardur, dettur alt sundur hjá H71 og Kyndli, eins og tað er við Áka Olsen hjá VÍF. Hjá StÍF kanst tú hinvegin ikki pilka nakran burturúr, tí hinir, sum eru eins góðir, fáa bara betri pláss av tí, sigur Hanus og leggur afturat, at tað átti at verið ein ynskidreymur hjá einum góðum venjara at fingið ein spælara mansvardan, tí tað ger tað nógv lættari hjá hinum fimm álopsspælarunum at sleppa ígjøgnum.
? Ein hugburðsbroyting má til, og eisini her eigur HSF at ganga undan, eitt nú við setanini av landsliðsvenjarum. Til dømis hava vit í kvinnudeildini tveir frálíkar venjarar í Sophusi Dahl-Christiansen, ið hevur gjørt Kyndil til besta liðið seinastu tvey árini, og Rógva Nielsen, sum hevur lyft Stjørnuna frá at vera eitt botnlið til silvurvinnarar í ár. Teir hava tikið nógv skeið og halda seg ajour, meðan núverandi venjararnir eisini hava skeiðini, men gera millum lítið og einki fyri at endurnýggja seg.
Sjálvkritikkur er lyklaorðið
Fyri at fara aftur til dómarar og døming, so vónar Hanus Kúrberg, at øll feløgini fara at gera ein dómarapolitikk aftaná aðalfundin í dag.
Dómaranevndin hevur lagt eitt uppskot fram, sum gongur út uppá, at teir nýggju dómararnir ikki verða tveittir beint út í ein harðan 1. deildardyst, men byrja at døma eitt nú dreingir 16 ár ? saman við einum royndum dómara.
Sjálvur sigur Hanus Kúrberg seg hava verið so hepnan at havt ein góðan lærumeistara í Birgiri Sondum.
? Hann hevur dugað væl at tikið ábyrgdina, tá eg havi dømt skeivt og soleiðis vart meg og roynt at hildið meg burtur frá tí meira »óbehagiliga« við dømingini, greiður Hanus frá.
Í ár vórðu hann og Hans Thomassen valdir sum ársins dómarar. Teir eru javngamlir, men Hanus sigur, at tað eisini hevur riggað væl, tí teir hava dømt so nógv saman ? tað táttar væl í 30 dystir.
? Eg haldi eisini, at sjálvkritikkur er av stórum týdningi, um tú ætlar at gerast ein veruliga góður dómari. Sum dómari kanst tú ikki halda teg vera frægari enn í klassa A, men skal útføra tína uppgávu so væl sum gjørligt, og eitt sindur afturat ? hvørjaferð, sigur Hanus.
? Men fyrst og fremst ræður tað um eina hugburðsbroyting. Eg kann t.d. nevna, at tann 20. desember fóru eg og Hans til Klaksvíkar at døma ein kvinnudyst. Hetta var í tíðini við øllum jólaborðhaldunum, og umborð á ferjuni komu nakrir av spælarunum hjá útiliðnum og spurdu okkum, um vit høvdu verið í býnum kvøldið fyri. Longu tá leitaðu tær eftir eini umbering, um tær nú fóru at tapa?