Líggjas Høgnesen
Í hesum døgum fáa brúkarar í fjarhitafelagnum skriv við hóttanum um stongsul og sakførara. 8 dagar ella fellur hamarin. Hóðast undirritaði hevur rindað kr. 1212 um mánaðin seinastu 6 mánaðirnar, hóttir Jóannes Hansen við at steingja heita vatni. Slíkar hóttanir vísir bert hvussu torført tað er hjá okkum brúkarum at samskifta við stjóran Jóannes Hansen. Hetta skriv er tó ikki vent ímóti stjóranum. Óteljandi skriv eru send stjóranum, men har er sum kunnugt eingin heima. Skrivið er heldur ætlað sum ein vekjaraklokka til onkran býráðslim.
Býráðsins leiklutur.
Býráðið hevur skyldu at tryggja at eingin mismunur verður gjørdur á borgarum í Tórshavnar Kommunu. Eg kann taka eitt dømi. Ein granni hjá mær skal í ár rinda kr. 2100 um mánaðin. Tað svarar til kr. 25.000 um árið. Sjálvur skal eg rinda uml. kr. 20.000 í ár fyri hita og heitt vatn. Eitt meðal húsarhald við oljufýring rindar uml. kr. 9000 um árið. Er nakar munur? Nei bert kr. 16.000
?License to kill?
Kanska áttu vit at bjóða italsku mafiuni heim til Føroyar og víst teimum, at tað ber til at føra ein modernaðan, brutalan handilspolitik uttan at drepa nakran. Við Býráðsins vælsignilsi sleppur stjórin at sveiggja við svørinum sum honum lystir. Gongst illa í felagnum, - fer oljuprísurin upp, - hevur stjórin brúk fyri meira peningi til viðlíkahald, ja so hækkar hann prísin. Einki hjálpir hvussu vit spara. Nýtslan hevur lítlan týdning. Hetta havi eg áður víst á.
Politisk lyftir.
Hetta er ein innilig áheitan á Jan Christiansen, sum undan býráðsvalinum svór at hann fór at gera nakað við óskilið í fjarhitafelagnum. ?Now is the time?, harra borgarstjóri.
Í rættin við fjarhitafelagnum
Nú er nokk tosað. Til eigarafeløgini ! Lat sakførara fáa møguleika at kanna juridiska partin í málinum, soleiðis at vit ?einaferð med alla? fáa staðfest, um felagið verður rikið á ein lógligan hátt smb. galdandi reglum ella ikki. Hava vit rætt, so eigur málið at koma fyri rættin.
Lógina í egnar hendur.
Kemur Jóannes Hansen inn í mín kjallara at gera herverk, so skal hann vita at hann verður meldaður til løgregluna. So einkult er tað.