Aðalfundur
Felagið Línuskip hevði aðalfund á Bátasavninum í Leirvík í síðstu viku. Eins og Føroya Skipara-og Navigatørfelag og Føroya Fiskimannafelag, heldur felagið Línuskip eisini aðalfund millum jól og nýggjárs, tí tá eru flestu fiskimenn heima.
Rólant Poulsen, formaður í felagnum, sigur, at fundurin var væl møttur.
Fleiri skip
- Síðan ruddað varð upp millum bólkarnar við línuskipum, hoyra nú tilsamans 26 skip til hendan bólkin, og ofta møta bæði reiðarar og skiparar til fundar, tá ið aðalfundur er.
Hann sigur, at áður vóru 19 ella 20 skip í bólkinum, men síðan eru tey skipini komin aftrat, sum vóru í bólki 4.
- Skipini, sum komin eru aftrat úr bólki 4, eru eitt nú línuskip, sum eru "umgjørdir" útróðrarbátar, t.v.s. at fleiri fiskiloyvir eru løgd saman í tað eina. Nú eru vit soleiðis 26 skip í bólki 3, sum eru línuskip yvir 110 brt. Einir 13-15 mans eru umborð á hvørjum av hesum skipum, og soleiðis er hetta vorðin ein stórur skipabólkur við nógvum arbeiðsplássum.
Rólant Poulsen sigur, at á aðalfundinum hevur hvørt skip eina atkvøðu, og limaskapurin kostar 5.000 krónur fyri hvørt skipið um árið.
Eirikur nýggjur
Tveir limir í nevndini í Línuskipum standa fyri valið annaðhvørt ár og tríggir annaðhvørt ár.
Í ár stóðu soleiðis tveir limir fyri vali.
Líggjas Johannesen úr Klaksvík ynskti ikki afturval, og í hansara stað varð Eirikur Olsen av Tvøroyri valdur.
Teir, sum umboða nevndina í Línuskipum í dag, eru: Rólant Poulsen, Eiði, formaður, Jóhannes Olsen, Toftir, næstformaður, Torleif Sigurðsson, Klaksvík, kassameistari, Dánjal Jákup Vilhelm, Norðskáli og Eirikur Olsen, Tvøroyri.
Á aðalfundinum komandi ár standa Rólant og Jóhannes fyri vali, og Rólant Poulsen sigur, at tá ætlar hann at leggja frá sær sum formaður.
- Eg bjóðaði mær at fara úr nevndini á aðalfundinum næstseinast, tí eg hevði selt skipið, Morgunstjørnuna, men aðalfundurin ynskti tá, at eg helt fram. Men nú verður tað so bara hetta árið aftrat, sigur Rólant Poulsen.