Felags barnavernd fyri alla Suðuroynna

Tað er nú okkurt, sum bendir á, at øll Suðuroy verður skipað í eitt felags barnaverndarøki

Barnavernd

Nú verður kanska øll Suðuroy skipa í eitt barnaverndarøki.
Tað eru ábendingar um eftir at allir borgarstjórarnir í Suðuroy hittust á fundi fríggjakvøldið at tosa um nærri samstarv ímillum tær sjey kommunurnar í Suðuroy.
Eitt av teimum málum, sum varð umrøtt, var, hvussu Suðuroyggin skal skipast í barnaverndarøki.
Nýggja lógin um barnaverndir sigur, at tað skulu minst 1500 fólk búgva í hvørjum barnaverndarøki.
Útfrá hesum hevur Vágs Kommuna tikið stig til at leggja syåru helvt í Suðuroy í eitt barnaverndarøki , sum skal umfata Sumbiar- Vágs- Porkeris- og Hovs Kommuna.
Kristin Michelsen sigur, at á borgarstjórafundinum fríggjakvøldið boðaðu tær smáu kommunurnar í sðyru helvt, altso Sumbiar-, Porkeris- og Hovs Kommuna frá, at tær vildu heldur hava eina barnavernd fyri alla Suðuroy.
Sum skilst eru aðrar kommunur í Suðuroy eisini meiri sinnaðar fyri tí.
Hetta gevur Vágs Kommunu ein trupulleika, tí tað búgva ikki 1500 fólk í Vági. Sostatt má Vágs Kommuna verða við í hesum samstarvinum, antin tað so verður við góðum vilja, ella ikki.
Nú skal so Vágs Kommuna viðgera málið av nýggjum.
Tað skulu minst tríggir limir sita í eini komandi barnavernd.