Felags kvinnuliðið í Betrideildini hjá TB/FC Suðuroy/Royn fær í næstum argentinskan styrk, tí felagsliðið hevur gjørt sáttmála við tveir spælarar úr Argentina. Talan er um ein áleypara og ein málverja. Í báðum førum er talan um royndar spælarar, verður sagt frá felagsliðnum.
Málverjin, María Florencia Mercau, er 28 ára gomul. Hon hevur millum annað vart málið hjá River Plate, Racing, Independiente (Primera División A) og Porvenir (Primera División B). Mercau spældi fram til í vár við Independiente í bestu Argentinsku deildini, verður sagt.
Áleyparin, Maria Macarena Abalos, er 26 ára gomul og hevur m.a. spælt við CA Banfield og CA Camineros (Primera División B).
- Felags kvinnuliðið er í einari menningartilgongd og hetta fyrsta árið í Betrideildini er eisini eitt ár, har ungu kvinnurnar skulu fáa sær nakrar royndir, sum tær kunnu byggja víðari upp á komandi ár. Argentinsku spælararnir skulu styrkja um rutinuna hjá felagsliðnum og verða við í menningini av ungu spælarunum, skrivar felagsliðið.
Argentinsku spælararnir koma til Føroyar í komandi viku og verða væntandi klárar til útidystin ímóti Víkingi sunnudagin 14. august.