Felags listi í Ísrael

Í Ísrael hava Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, og Avigdor Lieberman, uttanríkisráðharri, kunngjørt, at teirra flokkar hava ein felags lista til tjóðartingsvalið, sum verður tann 22. januar.

Boðini komu í gjárkvøldið. Netanyahu segði, at aftan á valið fær Ísrael brúk fyri einari sterkari samgongustjórn, og at hann vildi hava eina greiða heimild frá fólkinum til at standa á odda fyri henni.

Á seinasta vali fekk Likud-flokkurin hjá Netanyahu 26 av teimum 120 tingsessunum, og Beitenu-flokkurin hjá Lieberman fekk 15. Meiningakanningar vísa at báðir flokkar fara at hava framgongd á valinum í januar.