Felags máltíð úr restum í Klaksvík

Sí myndarøð

Í samband við umhvørvisvikuna Slóða Fyri í Klaksvík eru í løtuni nógv fólk savnaði í Tekniska Skúla og gera mat saman úr mati, sum annars hevði verið burturbeindur. 

 

 

-Øll skera dúliga ymiskan matin niður, og rættir verða síðani gjørdir úr uppskriftum, sum eru funnar fram til vørunar. Á matskránni verður millum annað grønmetissuppa, gularótakøkur og saft, siga fyriskipararnir. 

 

 

40 prosent av framleidda matinum í heiminum í dag verður blakaður burtur aftur. Hetta er ein stórur trupulleiki, sum eisini er eksisterar í Føroyum.

 

 

Gunnhild Dahl Niclasen, er ein av samskiparunum av Umhvørvisvikuni, og dagliga undirvísir hon í samfelagsfrøði og tøknifrøði á Tekniska Skúla í Klaksvík. Hon greiðir frá, at orsøkirnar til matoyðsl eru í fleiri liðnum. Tað verður oyðsla við framleiðslu, tí framleiddi maturin av eini ella aðrari orsøk ikki líkur treytirnar fyri, hvussu maturin skal síggja út. Nógv av matinum fer eisini til spillis, tá hann verður fluttur langa leið úr einum parti av heiminum til ein annan. Eisini tveita handlarnir nógvan mat burtur av estetiskum orsøkum, tí vit vilja ikki keypa matin, um hann ikki er vakur á at líta. Afturat hesum tveita fólk eisini nógvan góðan mat burtur heima.

 

 

Konseptið at møtast og gera mat burturúr mati, sum hevði farið í rusk kallast Disko Suppa, tí maturin verður tilgjørdur við góðum diskotónum afturvið.

 

 

Allir matvøruhandlarnir í Klaksvík hava latið mat til tiltakið.