leikaraummæli
1. Jákup Mikkelsen, Partick Thistle, 31 dystir/0 mál
Tað er ikki ofta, at tað tað er føroyski málverjin, sum fær skuldina fyri eitt tap hjá landsliðnum, men sigursmálið hjá íslendingunum má Jákup Mikkelsen uttan iva taka á sín kappa, tá hann fór heilt skeivur av hornasparki. At hetta var spell, er einki at ivast í. Ikki minst tí Jákup í aðrar mátar stóð ein góðan dyst, og eisini hevði onkra bjarging, sum kundi verið heilt týdningarmikil, var tað ikki fyri hatta eina mistakið.
2. Jann Ingi Petersen, B68, 5/0
Ungi toftamaðurin var aftur hesaferð í byrjunaruppstillingini, og hesa ferð var talan um munandi betri avrik enn tað, sum hann sýndi í Reykjavík fyri tveimum mánaðum síðani. Kropsliga tyngdin tóktist væl størri enn áður, og í spælinum við bóltinum var hann fleiri ferðir tann, sum avgjørdi bæði ferð og kós hjá føroyingunum. Heldur menningin fram fyri hansara viðkomandi, er einki at ivast í, at vit her hava ein framtíðar miðvallargeneral hjá landsliðnum.
3. Óli Johannesen, TB, 62/1
Liðskiparin var eins og vant rættiliga tryggur í verjupartinum, har hann ofta var maðurin á rætta staðnum, tá bóltar skuldu ruddast burtur. Og við krospligu styrkini er hann aloftast ein sera týðandi liður í hesum. Hinvegin tóktist hann ikki hava eins nógva orku at stýra viðleikarunum hesaferð, sum hann vanliga hevur, men tað verður vónandi betri til Skotlands-dystin.
4. Pól Thorsteinsson, B36, 29/0
Hevði ein sera skiftandi dag. Byrjaði við at selja seg við íslendska leiðslumálið, og var løtu seinni heppin ikki at fáa gult kort, tá ein glíðandi tackling kom alt ov seint. Fann seg tó so líðandi til rættis í broyttu spælskipanini, og ikki minst dugdi hann væl at koma fram við í síðuni. Seinna hálvleik tóktist hann mest sum at eiga høgra borð, og var í so máta høvuðsmaðurin aftan fyri føroyska trýstið, sum førdi útjavningina við sær, men noyddist tíverri hálvskaddur av vøllinum eitt korter fyri leiklok.
5. Jón Rói Jacobsen, Brøndby, 13/0
Tað er sagt fleiri ferðir, og tað kann neyvan endurtakast ov ofta. Hóast unga aldurin hevur Jón Rói frá degi eitt hjá Henrik Larsen verið álitið í føroysku verjuni, og aftur hesa ferð spældi hann sum ein gomul rotta. Megnaði bæði í skjótleika og bóltførleika at matcha mótstøðumonnunum, og var í seinna hálvleiki fleiri ferðir við til at skapa tyngd í føroyska álopspartin, tá hann leitaði framvið. Bert spell, at hann ikki kann nýtast í álops- og verjupartinum samstundis.
6. Súni Olsen, GÍ, 10/0
Var ikki eins framrættaður sum Pól var í hinum borðinum, men tóktist fyrst og fremst hugsa um at lukka sína síðu av. Hetta eydnaðist eisini sera væl fyri tað mesta, og í so máta var avrikið væl og virðiliga góðkent. Dittaði sær eisini onkra ferðina framvið, og leitaði tá í stóran mun inn á vøllin, men tíverri kom skothóttan hansara ikki veruliga til sín rætt, tá hann sjáldan varð spældur rætt í hesum førum. Hevði eisini eina góða frísparksroynd, sum varð blokkað av føroyskum kroppi í verjugarðinum.
7. Rógvi Jacobsen, HB, 22/3
Var aftur málskjútti móti íslendingum, og aftur hesa ferð var tað við høvdinum. Hetta var kanska eisini sigandi í so máta, tí Rógvi var ein av fáu føroysku leikarunum, sum megnaðu at dystast við íslendingar á hesum økinum. Við kropsstyrki sínari tykist hann eisini vera ein sera týðandi liður í føroyska spælinum. Bæði sum bylgjubrótari mitt á, og eisini við sínum krevjandi renningum niðan í síðuni.
8. Julian Johnsson, ÍA Akranes, 52/3
Var hesa ferð nakað uttarligari, enn hann vanliga er, og serliga fyri steðgin voldi hetta honum trupulleikar í spælinum. Fann seg tó betri til sættis eftir steðgin, og var tá við í nógvum av tí, sum føroyska liðið hevði at bjóða. Stríddist ótroyttiliga fyri liðið, og vann sum vant hópin av bóltum, men í avspælinum við bóltinum hevði hann ikki ein av sínum bestu døgum.
9. Christian Høgni Jacobsen, Vejle BK, 18/2
Var hesa ferð aftur í føroyska álopinum, men í longum pørtum av dystinum var tað sera avmarkað, hvat hann fekk burturúr hesum. Royndi tó alla tíðina at stríðast, og fekk eisini løn fyri hetta, tá hann átti næstseinasta høvdið í uppspælinum til føroyska málið. Sum heild megnaði hann tó ikki treytaleyst at sannføra um, at hann framyvir skal eiga hetta plássið á liðnum, men við ymisku dygdum sínum er hann framvegis eitt gott boð um fleiri pláss í føroysku byrjunaruppstillingini.
10. John Petersen, B36, 47/6
Var hesa ferð tikin oman á miðvøllin, har tað ivaleyst var ætlanin, at hann skuldi átaka sær leiklutin hjá Fróða Benjaminsen í framrættaða spælinum. Serliga fyri steðgin var hann eisini tann, sum stýrdi tað framrættaða spæl, sum Føroyar høvdu. Var tó ikki eins sjónligur eftir steðgin, men hetta komst eisini av, at liðfelagarnir nú sýndu meira í so máta. Spurningurin er tó, um plássið hjá John á landsliðnum ikki er eitt vet longri frammi á vøllinum, har leikligu dygdirnar koma betri til sín rætt, og har kravið um arbeiðsavrik ikki er eins stórt.
11. Andrew av Fløtum, HB, 10/1
Hevur mest sum vunnið sær fast sæti í føroyska álopinum, men megnaði eins og Christian Høgni ongan tið heilt at sannføra um sítt virði hesaferð. Kanska er størsti veikleikin í føroyska álopspartinum í løtuni, at vit ongan boksspælara hava. Ein leiklutur, sum Andrew við sínum fysikki kanska er mest náttúrliga valið til, men tað krevur so eisini, at hann í landsliðshøpi broytir spælistílin nakað.
12. Hjalgrím Elttør, KÍ, 9/0
Kom á vøllin fyri Andrew av Fløtum, og royndi sær sjálvum so líkt at fremja eitt risa arbeiðsavrik. Lág eisini onkra ferð framvið at fáa bóltin stungnan inn um verjuna, men avgerandi sendingin kom ongantíð, og sostatt heldur ikki tann málmøguleikin, sum kundi ført eitt betri úrslit við sær.
13. Jóhannis Joensen, FS Vágar, 17/0
Fekk seinasta korterið á høgra bakki fyri Pól Thorsteinsson, men tað var avmarkað, hvat hann fekk sýnt hesa løtuna. Helt seg fyri tað mesta afturi á vøllinum, tá føroyingar royndu at trýsta niðaneftir, og royndi skilagott at seta nýggj álop ígongd, tá íslendingar sparkaðu langt niðan.
17. Helgi L. Petersen, NSÍ, 5/0
Kom á vøllin seinasta korterið, og hevði eina skotroynd longu í fyrstu røringini. Royndi at koma við í føroyska spælið, og eydnaðist hetta eisini til tíðir, og fekk hann um ikki annað sýnt, at hann væl megnar at koma inn í ein dyst.