Felagsliðið steðgaði sigursrøðini hjá KÍ

Eftir øllum at døma er vegurin fram ímóti steypasigrinum bæði breiður og slættur hjá KÍ kvinnunum. Tær eru framvegi favorittir til eisini at vinna FM heitið, sum tær hava vunnið á hvørjum ári síðani 2000.

 

At tað framvegis er spenningur í FM kappingini varð staðfest við Margáir seinnapartin. Felagsliðið hjá EB/Streymi og Skála hevði vitjan av KÍ, og hesa ferð eydnaðist tað at koppa KÍ kvinnunum. Tað eru fleiri ár síðani, at tað eydnaðist nøkrum liði at gera tað seinast.

 

Tað var málleyst, inntil tað restaðu fýra minuttir. Sum 2. hálvleikur leið, trýsti heimaliðið fyri at fáa hol á, og tað eydnaðist, tá ið tað restaðu fýra minuttir. Málskjútti var Ansy Sevdal. Ein minutt undan leikloki staðfesti Íðunn Magnussen sigurin.

 

HB greiddi sín setning væl og virðiliga við at vinna 4-0 á útivølli ímóti Víkingi, og ÍF vann á heimavølli 2-0 ímóti AB. Bæði málini vórðu skorað fram ímóti dystarenda.

 

Úrslitini í dag bera við sær, at HB nú er trý stig aftanfyri KÍ og EBS/Skála.

 

ÍF-AB 2-0 (0-0)

1-0: Mary-Ann Zachariassen 85.

2-0: Kristina Obradovic 90.

 

Víkingur-HB 0-4 (0-2)

0-1: Elin Maria Isaksen 16.

0-2: Elin Maria Isaksen 19.

0-3: Elin Maria Isaksen 65.

0-4: Heidi Sevdal 82.

 

EBS/Skála-KÍ 2-0 (0-0)

1-0: Ansy Sevdal 86.

2-0: Íðunn Magnussen 89.

 

 

Støðan

KÍ 18 stig

EBS/Skála 18 stig

HB 15 stig

B36 9 stig

ÍF 9 stig

Víkingur 3 stig

AB 0 stig

B36 hevur spælt 6 dystir, og øll hini liðini hava spælt 7 dystir.

 

Sunnudagin 2. juni

AB-EBS/Skála

KÍ-Víkingur

HB-B36