Felagsliðið vann sín fyrsta dyst

Nýggja felagsliðið hjá suðuroyingum vann stórsigur í fyrsta dystinum í dag.

Nýggja felagsliðið hjá suðuroyingum spældi sín fyrsta dyst í dag á Eiðinum í Vági.

 

Tey bæði 1. deildarliðini, Suðuroyingar og ÍF, leiktu klokkan 15 í dag, og Suðuroyingar vunnu 5 -0 á ÍF.

 

Ari K. Poulsen gjørdist fyrsti málskjútti á nýggja felagsliðnum, tá hann fekk fyrsta mál í dystinum og støðan gjørdist 1 - 0.

 

Síðani fekk Tóki K. Mortensen mál og støðan var 2 - 0.

 

Suðurrás veit at siga, at síðani tók Carl Michael Bech yvir – og skrivaði seg eisini inn í søgubøkurnar, sum tann fyrsti sum skoraði hattrick fyri Suðuroyarliðið í 1. deild.

 

Sostatt vunnu Suðuroyingar 5 - 0 á ÍF.

 

Sunnudagin kl. 15 spæla somu lið í Effodeildini við Stóra í Trongisvági.