Felagslisti í leysum lofti

KOMMUNUVAL Meðan Javnaðarlistin á Tvøroyri er klárur, so er ógreitt við Felagslistanum. Fólkaflokkurin er klárur við sínum lista, og Sambandsflokkurin stillar ikki upp, men stuðlar Kvinnulistanum

Óvist er, um nakar felags listi verður til kommunuvalið á Tvøroyri hesaferð. Freistin at stilla upp er úti týsdagin, og enn er bara listin hjá Javnaðarflokkinum kunngjørdur. Tó hevur hevur ein kvinnulisti boðað frá uppstilling.
Tað er Marjun Olsen úr Sambandsflokkinum, sum seinasta skeiðið hevur umboðað felagslistan á Tvøroyri, sum hevur tikið stig til kvinnulistan, og seks kvinnur eru til dystin fús.
– Vit hava góðar vónur um, at tað fer at eydnast at fáa umboð í býráðið, segði Marjun Olsen við Portalin í gjár.
Til seinasta býráðsval vóru bara tveir listar á Tvøroyri. Javnaðarlistin og felagslistin millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Tjóðveldi. Javnaðarflokkurin hevur einsamallur meiriluta við 54,7 prosentum, 603 atkvøðum og fýra býráðslimum. Felagslistin fekk 45,2 prosent, 499 atkvøður og tríggjar býráðslimir.
Hesaferð verða so fleiri lista at velja í, tí um eingin felagslisti verður, so hevur í øllum førum Fólkaflokkurin ein lista kláran.
– Vit hava ikki fingið nøkur formlig boð enn, men sum vit skilja støðuna, so stillar Sambandsflokkurin ongan lista upp, men stuðlar kvinnulistan, sigur Bergur Bærendsen úr Fólkaflokkinum, sum seinastu 16 árini hevur sitið í býráðnum á Tvøroyri.
Hann verður kortini ikki á listanum hesaferð, tí hann hevur boðað frá, at hann stillar ikki uppaftur. Hann vil kortini ikki siga, hvørji nøvn eru á listanum, men Hallur í Heiðunum, sum var valdur á felagslistanum seinast, verður eitt av nøvnunum.
– Sum sagt, so er listin ikki klárur, og vit vita heldur ikki enn, um tað verður ein felags listi. Men verður tað ikki til nakað, so stillar Fólkaflokkurin á Tvøroyri upp ein lista, sigur Bergur Bærndsen.
Tey, sum vórðu vald í býráðið á Tvøroyri seinast vóru:
Javnaðarflokkurin:
Kristin Michelsen, 298 atkvøður
Malla Dam, 93 atkøvður
Pauli Einarsson, 50 atkvøður
Jens Johannesen, 31 atkvøður
Felagslistin:
Bergur Bærendsen, 89 atkvøður
Jaspur Vang, 84 atkøvður
Hallur í Heiðunum, 74 atkvøður