Mikukvøldið góðkendi Tarja Halonen, forseti, umsóknina frá Anneli Jæætenmæki um at verða loyst úr forsætisráðharrastarvinum.
Kreppan, sum sambært finskum eygleiðarum er tann álvarssamasta í Finnlandi í mong ár, byrjaði, tá Anneli Jæætenmæki varð skuldsett fyri at hava sagt ósatt í Ríkisdegnum um nøkur loynilig skjøl, sum komu fram undir valstríðnum fyri trimum mánaðum síðani. Anneli Jæætenmæki avsannaði, at hon hevði fingið tey loyniligu skjølini úr uttanríkisráðnum, men mikudagin kom fram, at hetta var ikki allur sannleikin.
Sjálv heldur Anneli Jæætenmæki ikki, at hon gjørdi nakað skeivt, men hon hevði ongan annan møguleika enn at fara frá, tí sjálvt ikki hennara egnu floksfelagar í Miðflokkinum vildu styðja aftan á avdúkingina.
Maud Olofsson, sum er formaður í svenska Miðflokkinum, heldur, at á tí politiska pallinum í Finnlandi eru tað mong, sum fegin vildu sleppa at leggja fót fyri forsætisráðharran. Tað er óvanligt, at ein kvinna kemur so langt í finskum politikki, har menninir hava at kalla alt at siga. Tað er einki at ivast í, at mong hava verið ímóti henni, og tað fekk hon nú at kenna, sigur Maud Olofsson.
Tann 48 ára gamla Anneli Jæætenmæki er tann fyrsta kvinnan, sum hevur verið finskur forsætisráðharri. Men hon fekk bara 63 dagar í starvinum.