Feldur Löfven umhugsar næsta stig

Stefan Löfven er fyrsti forsætisráðharrin í Svøríki, ið hevur fingið misálit samtykt ímóti sær

Misálitisuppskotið á svenska forsætisráðharran, Stefan Löfven, var í morgun samtykt í svenska Ríkisdegnum. Harvið er Löfven fyrsti svenski forsætisráðharrin, sum er feldur við misálitissamtykt.

 

– Hetta er sera óvanlig støða og vísir, hvussu vánaligt samstarvið og samstarvsumhvørvið er. Tað er eingin harmoniskur meiriluti at finna í Ríkisdegnum, sigur Anna Gaarslev, Europa-korrespondentur hjá Danmarks Radio, við DR.

 

Orsøkin til misálitisuppskotið er eitt umstrítt uppskot um, hvussu prísurin á leiguíbúðum skal ásetast frameftir.

 

Sosialdemokraturin Stefan Löfven hevur nú tveir møguleikar, og hann hevur eina viku til at avgera, hvat nú skal henda. Yvirskipað hevur hann møguleikan at útskriva val ella at leggja frá sær sum forsætisráðharri.

 

– Vit fara at tosa saman, royna ymiskar møguleikar og tryggja, at landið skjótast gjørligt fær eina stjórn, segði Stefan Löfven eftir misálitið í morgun.