Í gjár gjørdist greitt, at Kaj Leo Johannesen fer at taka sæti á Fólkatingi fyri Edmund Joensen, sum annars er fyrst valdur á sambandslistanum. Edmund Joensen er sum kunnugt formaður á Føroya Løgtingi, og hann kann tí ikki røkja bæði størvini.
Nú hevur Edmund Joensen so gjørt av, at fullføra arbeiðið sum tingformaður, og hevur tí biðið næsta mann á listanum røkja fólkatingsstarvið hesa tíðina fram til valið, sum væntandi verður 19. januar komandi ár.
Hesi tíðindi vórðu neyvan komin alment fram, fyrr enn tað frættist, at fyrrverandi formaðurin í Konservativa flokkinum í Danmark, Pia Christmas-Møller, hevur tikið seg úr fólkatingsbólkinum hjá flokkinum, og nú verður leysgangari á Christiansborg.
Reint tekniskt merkir tað, at atkvøðan hjá Sambandsflokkinum á Fólkatingi nú ikki longur er hin 90’instjúgunda, men hin 89’instjúgunda. Men av tí at Christmas-Møller eisini hevur boðað frá, at hon kortini fer at stuðla stjórnini, heldur Kaj Leo Johannesen ikki, at støðan er nakað broytt.
- Eg fari framvegis at arbeiða eftir tí leisti, sum Sambandsflokkurin hevur samtykt í samráð við Vinstra, og sum eisini er í tráð við valskránna hjá okkum til fólkatingsvalið, sigur Kaj Leo Johannesen.
Cleara um neyðugt
Sum flest allir aðrir føroyskir flokkar boðaði eisini Sambandsflokkurin frá upp undir fólkatingsvalið, at teir ikki ætlaðu at blanda seg í danskan innanríkispolitikk. Og tað er framvegis ætlanin. Men hinvegin fer Kaj Leo Johannesen ikki at fella eina danska borgarliga stjórn.
- Tað er bara neyðugt hjá mær at blanda meg í danskan innanríkispolitikk um so er, at hin føroyski fólkatingslimurin ger tað. Men so er tað eisini klárt, at eg fari at cleara hansara atkvøðu, sigur Kaj Leo Johannesen.
Hann heldur kortini, at ein slík støða ikki kemur upp á tal.
- Ikki, um Tjóðveldi heldur síni lyftir um ikki at blanda seg í danskan innanríkispolitikk, sigur nýkosni føroyski fólkatingslimurin fyri Sambandið.
Hann vísir annars á, at nógv er at gera í løgtinginum í løtuni, og tá tað arbeiðið er liðugt, stendur eitt valstríð fyri durum, sum sjálvandi fer at krevja sína tíð.
- Men vit hava avtalur um hvussu vit gera í sambandið við valstríðið. Flokkarnir hava jú vanligar clearingsavtalur sínámillum. Annars fari eg niður á fólkating í næstu viku, sigur Kaj Leo Johannesen, nýkosin fólkatingslimur.