Fellur settar fyri minkin

Eingin hevur enn sæð minkin, sum mánamorgunin tíðliga var sæddur á bryggjuni í Havn.

Minkurin er helst komin við Norrønu, men hann kann eisini vera komin við onkrari bingju.

Jens-Kjeld Jensen, sum veit tað mesta um djór, sær tað sum eina álvarsliga hóttan, at ein minkur er sloppin inn í landið. Minkur er verri rovdjór enn rotta, tí hann etur alt, sum fyri er. Hann dugir at svimja og dugir væl at laga seg efir nýggjum umstøðum.

- Tað hevði verið ein vanlukka, um ein minkur kom í eitt lundaland, og fer hann inn í eitt høsnarhús, drepur hann øll høsnini, tí hann drepur fyri at drepa, um hann ikki er svangur. Hann er lystmyrðari, sigur Jens-Kjeld Jensen.

Minkur er en stórur trupulleiki í øllum grannalondum okkara.

- Umhvørvisstovan átti at hava heimild til at sent fólk út at leita og sent rokningina til ta fyritøku, sum hevði ábyrgdina av, at slíkt skaðadjór er komið til landið. Sama prinsipp sum við oljudálkingini, sigur Jens Kjeld Jensen.

Aktingarmaðuri hjá kommununi fekk beinanvegin mánamorgunin boð um minkin, og hann syrgdi fyri, at kettufellur vórðu settar upp á havnalagnum, men enn er einki skaðadjór komin í nakra fellur.