info
Ongi úrslit

Feløg hjá MT-Højgaard í Grønlandi hava risahall

MT Højgaard Grønland og Arssarnerit, sum felagið eisini eigur, høvdu blóðreyð tøl í 2023. Feløgini hjá stóra danska entreprenørsamtakinum MT Højgaard Holding høvdu næstan 200 milliónir krónur í halli.

Vilmund Jacobsen
22. apríl 2024 kl. 21:58

Entreprenørfelagið MT Højgaard Grønland hevði í fjør sítt higartil størsta hall á meira enn 100 milliónir krónur eftir skatt. Sama ár hevði el-instalatiónsfelagið, Arssarnerit, eisini eitt velduga stórt hall eftir skatt á 82 milliónir krónur.

- Soleiðis høvdu hesi bæði feløgini, sum næst størsta entreprenørfelagið í Danmark - MT Højgaard Holding eigur - út við 200 milliónir krónur í halli tilsamans, veit Sermitsiaq at siga. 

Tað er fíggjarstjórin í MT Højgaard Holding, Rasmus Untidt, sum upplýsir hesi tøl fyri grønlendska miðlinum.

MT Højgaard Grønland, sum hevur gjørt av at gevast í Gønlandi, var einaferð ein fyritøka við 300 fólkum í starvi. Felagið var í stórum vøkstri og hevði nógv byggivirkisemi í Grønlandi, serliga í Nuuk.

Nú eru bert 90 fólk eftir í fyritøkuni í Grønlandi, og tað er stjórin, Maiken Bruun-Ringgaard, sum stendur fyri leiðsluni.

- Vit kunnu kanska selja grønlendska felagið, men tað verður helst trupult. Vit hava ongar sáttmálar aftrat teimum tveimum verkætlanunum, sum verða lidnar í ár, sigur fíggjarstjórin í MT Højgaard Holding, Rasmus Untidt.

Hann hugsar eitt nú um at selja betongverksmiðjuna í Nuuk.

Verkætlaninar, sum verða lidnar í ár, eru bygningar í komandi floghavnini og næmingabústaðir í Nuuk. Bygningarnir í floghavnini eru ein farstøð, eitt flúgvileiðaratorn og ein tænastubygningur.

Stóra hallið hjá MT Højgaard Grønland í fjør hevði sína orsøk í stórum halli í floghavnsverkætlanini í Nuuk, umframt í byggingini av næmingabústøðum í Qaqortoq og Nuuk.

Her hevði felagið gjørt sáttmálar við føstum prísi við undirveitarar, og haraftrat hava verið munandi niðurskrivingar av aktivum.

- MT Højgaard Grønland er eisini rakt av høgum príshækkingum av byggitilfari, sigur fíggjarstjórin í MT Højgaard Holding, Rasmus Untidt.

Fyri fáum árum síðan var MT Højgaard Grønland millum størstu entreprenørfyritøkur í Grønlandi, men móðurfelagið, MT Højgaard Holding, tók í fjør avgerð um at gevast eitt nú í Grønlandi, Føroyum, Portugál og Afrika.

Fíggjarstjórin sigur, at tá dóttirfelagið, MT Højgaard Grønland, gevst í Grønlandi, fer móðurfelagið framvegis at hava nakrar garantiskyldur í teimum verkætlanum, sum felagið hevur framt í Grønlandi.

MT Højgaard Grønland fer at handa næmingabústaðirnar í Nuuk til grønlendska sjálvstýri um mánaðarskiftið apríl/ mai í ár, og teir tríggir bygningarnir til floghavnina í Nuuk verða latnir floghavnsfelagnum KAIR gjøgnum summarið.

Sermitsiaq veit at siga, at meðan virksemið hjá MT Højgaard hevur givið stór hall í Grønlandi, hevur MT Højgaard-samtakið góðan vøkstur og góð úrslit í Danmark.

 

Mest lisið hesa vikuna

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

21. september kl. 18:15

Eg góðtaki ikki at verða lagdur undir korrupsjón

22. september kl. 23:15

Bogi Jac­ob­sen fór frá eft­ir ár við nær­um tví­fald­að­um avlopi

Í gjár kl. 21:45

Umhugsa at taka leitingina uppaftur

21. september kl. 10:15

Sjómaður í 40 ár: - Krav skal verða um ferðaleiðara

23. september kl. 00:29

Mugu aftur og aftur biðja Blábar dempa tónleikin

Í gjár kl. 10:36

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nýggju el­rusk­bil­ar­nir fara til verka í vikuni

18 minuttir síðan
Tíðindi

WorldSkills í Shanghai - eitt stig á leiðini

27 minuttir síðan
Hondbóltur

Hannover-Burgdorf er nú fjórðfremst í Bundesliguni

28 minuttir síðan
Tíðindi

Javnleikur móti Kosovo

1 tími síðan
Hondbóltur

HM fyri felagslið: Füchse Berlin tapti fyri Veszprem

1 tími síðan
Hondbóltur

Myndir: H71-Kyndil 34-28 (16-16)

1 tími síðan
Hondbóltur

Burn: H71 vann grannauppgerðina - EB vann á StÍF

1 tími síðan
Tíðindi

Føroyar brenna olju – vinnan vil framleiða sjálv

1 tími síðan
Tíðindi

Ovara endaspælið: KÍ hevur nú tríggjar FM-matchbóltar

2 tímar síðan
Hondbóltur

Sigrar til Vendsyssel og HØJ

2 tímar síðan
Tíðindi

Fimm hand­tikn­ir nær­indis amerik­ansk­ari her­støð í Bretlandi

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit skulu ikki elta Evropa út av eggini

3 tímar síðan