Suðuroyarsiglingin
Hergeir Nielsen, løgtingsmaður krevur nú, at Ferðaætlanin hjá Smyrli ímillum Havnina og Suðuroy, verður broytt.
Tað er serliga túrurin av Drelnesi til Havnar, hóskvøld, sum hann hugsar um.
Hetta er ein túrur, sum burturav er lagdur fyri at geva fiskasvirkjum í Suðuroy møguleikan at avskipa fiskin við Norrønu hóskvøld.
Túrurin hevur verið sigldur klokkan 19 hóskvøld, men í nýggju ferðaætlanini er hann fluttur hálvan annan tíma fram, til kl. 17.30.
Og tað er hetta, sum løgtingsmaðurin finnist at.
? Túrin norður av Drelnesi tórsdag seinnapart havi eg gjørt tykkum varðugar við fleiri ferðir í orð og tal, undir orðaskifti á tingi og í samskifti við landsstýrismannin, sigur Hergeir Nielsen í skrivi, sum hann áður hevur hevur sent Strandferðsluni og sum hann nú sendir bløðunum.
Hann sigur, at við at flyta túrin fram, ger Strandferðslan kortini enn eina roynd at sigla undan útflutningsvøruni, sum tit við vissu vita ikki er klár til avskipingar fyrr enn kl. 19.
? Talan er um økisoyðing í verki, og hetta fer at fáa avleiðingar, sigur hann
? Tí kunnu tit líka so væl fyrr sum seinni ganga í tykkum sjálvar, og lata vera við at broyta fráferðina av Drelnesi tórsdag. Tíðin er nóg trong, sum er.
? Vónandi stendst ikki størri hávi av hesi ætlan, enn neyðugt er, endar løgtingsmaðurin skrivið til Strandferðsluna.
Villleiðandi upplýsingar
Annars fýlist hann á, at Strandferðslan meiri enn eina ferð í seinastuni hevur givið ferðafólki, sum skulu ímillum Suðuroy og Havnina, villleiðandi upplýsingar
Eitt dømi var annan hvítusunnudag. Tá varð lýst á heimasíðuni hjá Strandferðsluni, at Smyril skuldi sigla av Drelnesi kl. 6 og kl. 17.30
-? Her er sostatt eingin lýst broyting suðurgangandi.
? Annar hvítusunnudagur er mánadagur, og tá er fráferð sambært ferðaætlanini úr Tórshavn kl. 12.30 og 19.00.
? Smyril sigldi kortini kl. 10, ella 2 1/2 tíma undan lýstari fráferð.
? Talan er um villeiðing av ferðafólki, og fleiri fóru tíverri nakkalong heimaftur til húsa av Busatanga á middegi í dag, mánadagin 20. mai 2002 , sigur Hergeir Nielsen í skrivi til Strndferðsluna nú eftir Hvítusunnu.
Hann vísir eisini til fráferðina mikukvøldið, sum varð avlýst fyri veður.
Sjálvur var hann staddur á á Bursatanga mikukvbøldið kl. 20.
?Eingin fráferð var hjá Dúgvuni, so sum lýst varð. Heldur einki tilboð til teirra, ið villeidd vóru, so sum matur, gisting ella líknandi.
? Soljóðandi lýsing er á heimasíðuni hjá Strandferðsluni 22. mai 2002: "Fyri veður, verður seinasti túrurin av Havnini til Suðuroyar í kvøld avlýstur. Um viðrar, siglir Dúgvan aftur av Havnini í morgin áðrenn kl 10:00"
? Hildið verður, at tað hevði verið skilagott at skriva, nær Dúgvan siglir í staðin fyri at skriva, at hon siglir áðrenn kl. 10 - tað kann jú vera nær sum helst, sigur Hergeir Nielsen í skrivi til Strandferðsluna.