Ferðaðust í 15 tímar

Tað tók sína tíð, áðrenn føroysku landsliðsspælararnir í gjár kundu tørna inn á Hyat Hotel í Beograd

Fótbóltur

 

Tá ferðast skal við trimum rutuflogførum, so er nakað av bíðitíð eisini við í roknistykkinum.

Hetta var eisini galdandi hjá føroyska landsliðsferðalagnum á ferðini til serbiska høvuðsstaðin. Bæði í Kastrup og í Frankfurt mátti steðgast í nakrar tímar, og eftir at spælararnir fóru í fyrsta flogfarið beint eftir klokkan átta í gjáramorgunin, var klokkan farin av midnátt, áðrenn teir komu inn á kømurini á Hyat Hotel, har landsliðið heldur til.

Áður hevur tað ofta verið so, at FSF hevur leigað eitt flogfar, har tøku plássini eru seld áskoðarunum, men hetta er eftir øllum at døma ikki so stórur áhugi fyri longur.

- Eg vil ikki siga, at vit hava slept tí konseptinum. Seinasta dystin í seinastu undankappingini – á útivølli móti Italia – nýttu vit til dømis tað modellið, men tað er sjálvandi ein meting, sum vit gera í hvørjum einstøkum føri, sigur Karl Vidtfeldt, sum saman við Niclas Davidsen er FSF-umboð á ferðini.

Men var tað ein fyrimunur bæði fíggjarliga og fyri liðið, um tað eydnaðist at fáa einar 30-40 12. menn við á ferðini?

- Tað er sjálvandi eisini nakað, sum spælir inn, tá vit gera okkara metingar. Og eg eri ikki í iva um, at spælararnir høvdu verið sera fegnir, um vit sóu fleiri føroyskar áskoðarar til útidystirnar. Men tað verða so onkrir kortini. Vit eru uppringdir av fólki, sum býr her ella sum onkursvegna hava umstøður at koma til dystin, og teimum royna vit sjálvandi at skaffa atgongumerki. Og hvør veit um tey ikki eisini hava Merkið við sær, soleiðis at hetta eisini er sjónligt á stadion, sigur Karl Vidtfeldt.