Ferðaðust kring heimin í 56 tímar

Ein norðmaður og tveir niðurlendingar hava sett nýtt met

Einaferð í tíðini ferðaðust Phileas Fogg og tænari hansara, Passepartout, kring heimin í 80 dagar. Tað var í ævintýrskaldsøguni hjá Jules Vernes, sum kom út í 1873.

Nú hava ein norðmaður og tveir niðurlendingar gjørt ferð kring heimin upp á 56 tímar og 56 minuttir. Teir ferðaðust við ferðafólkaflogførum.

Norðmaðurin Gunnar Garfors skrivar ferðabøkur, og hann er kendur fyri at ferðast. Hann hevur vitjað øll lond í heiminum, og í 2012 settu hann og ein vinmaður met, tá ið teir vitjaðu fimm heimspartar í sama døgni.

Nú hevur Garfors ferðast kring heimin upp á góðar 56 tímar. VG skrivar, at hann og teir báðir niðurlendingarnar fóru úr Sydney og ferðaðust umvegis Santiago, Panama, Madrid, Algir og Dubai, áðrenn teir komu aftur til Sydney.

Teir ferðaðust 43.000 kilometrar við einari miðalferð á 750 kilometrar um tíman.

Ferðin verður mett sum nýtt heimsmet, og nú skal Guinness metbókin góðkenna metið.

– Eg ætli mær ikki í eitt flogfar aftur fyribils, sigur Gunnar Garfors við VG.