Tað kemur meira enn so fyri, at starvsfólkini í barrini Glitnir mugu biðja útlendsk ferðafólk fara út aftur, tí tey ikki hava virt tilmælini um koronu. Tað fortelja tey úr Glitnir fyri Sosialinum, sum er komin út um alt landið í dag.
Starvsfólkini plaga at spyrja útlendingarnar, sum koma inn, nær tey eru komin til landið, og um tey hava verið í sóttarhaldi. Gestirnir plaga at svara erliga, og tá gera starvsfólkini ikki mætari enn so enn at koyra gestirnar út.
Hetta er komið fyri nakrar ferðir eftir hondini.
– So seint sum í síðstu viku koyrdi eg eini tvey-trý fólk út. Tilsamans havi eg koyrt um 15 fólk út, rokni eg við. Men eg veit frá hinum starvsfólkunum, at tey eisini javnan mugu biðja fólk sleppa sær avstað um kvøldarnar og næturnar, sigur Gurli T. Niclassen, sum er matstovuleiðari.
Les meira í nýggjasta Sosialinum.