Farstøð
Tað er synd at siga, at tet ferðafólk, sum ferðast umvegis nýggju samferðsluhavnina í Suðuroy, hava góðar umstøður.
Har er stórt og slætt øki til bilar. Verri er hjá teimum, sum eru til gongu. Tey sleppa ikki undir tak, hvussu veðrið so leikar í.
Tað er ikki heilt rætt at siga, at tey sleppa ikki undir tak. Tí ansar ein væl eftir, sæst ein lítil, blá bingja innast í einum króki á samferðsluhavnini. Og tað er í tí krókinum, sum er allarlongst frá ferðamannasikipinum.
Hetta er altso farstøðin hjá suðuroyingum- ein 20 fót bingja. Inni í bingjuni eru gjørd sitipláss til eini 8-10 fólk. Men har er so eisini wc og har er varmi inni. Og troka fólk seg saman, er ivaleyst pláss fyri nøkrum fáum afturat.
Hetta var einasti hentleiki til tey ferðafólk, ið eru til gongu, sum ráðini vóru til í hesum umfari.
Í gomlu samferðsluhavnini í Drelnesi var heldur ongin farstøð, men har var ein skúrur, sum er tvær ferðir so stórur, sum hendan bingjan, sum nú skal látast at vera farstøð.
Men á Tvøroyri siga tey, at skúruin er so illa farin, at hann letur seg ikki flyta yvir á nýggju havnina, uttan at detta sundur. Tí er ein spildurnýggj, nýmálað bingja sett upp ístaðin við bæði varma, wc og einum træbonki til fimm, seks fólk at sita á og trimum leysum stólum afturat.
Har er eisini fólk frá kunningarstovuni á Tvøroyri, sum kunnu vegleiða ferðafólk í teimum ivamálum, tey hava.
Orsøkin til at hon stendur so langt burtur frá skipinum, er tað skuldi bera til at binda hana í kloakkina.
Tað verður betri
Men suðuroyingar skulu ikki stúra, tí tað verður betri.
Ætlanin er at byggja nýggja farstøð á samferðsluhavnini á Drelnesi. Tað verður ein rættilig farstøð við sitiplássi til nógv fólk, lyftu til tey illa gongdu, kunningardiski og landgongd beinleiðis umborð á Smyril, akkurát sum í Havn.
Ein slík farstøð er mett at kosta fimm milliónir. Men á fíggjarlógini fyri í ár, eru tríggjar milliónir settar av til endamálið, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri á Landsverk.
Og tað verður ikki heilt enn, at farast kann undir farstøðina.
Arbeiðið er bjóðað út og nú skal farstøðin projekterast. Men síðani verður tað neyðugt at broyta verklagslógina fyri samferðsluhavnina, so at hon eisini umfatar eina rættiligu farstøð.
Og tá ið alt tað er komið í rættlag, er tað spurningurin, hvussu verður við fíggingini. Fæst ikki meiri fígging í ár við eini eykajáttanarlóg, verður hon heldur ikki liðug í ár.
Undir øllum umstøðum kann ikki væntast, at tað verður klárt at fara undir arbeiðið upp á farstøðina, fyrrenn í heyst.
Tí er ikki væntandi, at hon verður liðug, fyrrenn tíðliga í komandi ári. Annars hevur tað verið nevnt, at hon skal gerast liðug í ár.