Eitt ferðafólkaflogfar við 228 ferðafólkum umborð bleiv burtur av radararskerminum í morgun, tá ið tað var uttanfyri strondina í Brasil.
Flogfarið skuldi lenda í Paris kl. 12:10 føroyska tíð. Nú eru fimm tímar, síðani sambandið við flogfarið bleiv burtur, skrivar NRK.