Fyri fyrstu ferð fór ferðafólkatalið á flogvøllinum upp um 10.000 í februar. Í februar ferðaðust 10.324 ferðafólk um flogvøllin í Vágum. Tað er 6,8 prosent fleiri enn í sama mánað í fjør og samstundis fyrstu ferð, at ferðafólkatalið í februar fer upp um 10.000.
Í februar er tað einans farleiðirnar til Danmarkar, ið hava havt framgongd, meðan leiðirnar til Noregs, Íslands og Stórabretlands allar hava havt munandi afturgongd.
Í februar vóru 329 fráferðir og komur. Hetta er 6,8% færri enn í februar í fjør tá 353 flogfør komu og fóru um floghavnina.
Higartil í ár hava 23.062 ferðafólk ferðast um floghavnina. Tað er ein øking svarandi til 10,5% í mun til sama tíðarskeið í fjør. 683 flogfør eru komin og farin um floghavnina higartil í ár. Hetta er 8,3% færri enn somu tíð í fjør, tá 745 flogfør komu og fóru um floghavnina.
Flogposturin er í februar í ár 19,7% minni enn februar í fjør, meðan annar flogfarmur hevur verið 39,8% meira enn í februar í fjør.