Harmonikufelag Føroya var í juli 2005 boðið til Landsmót í Íslandi. Tað eru harmonikufeløg í Íslandi, sum fyrireika stevnu fyri hamonikutónleikarum úr Íslandi og øðrum londum í Europa.
Stevnan er eitt vikuskifti og varar í tríggjar dagar. Tónlistarliga støðið er ymiskt, heilt frá 20 ára gamla Søren Brix, sum er danmarksmeistari í harmonikuspæli og til okkum føringar, sum eisini framførdu á stevnuni og komu væl frá okkara framførslu.
Við góðari hjálp og fíggjarligum stuðli frá okkara sponsorum, sum vit hervið vilja nýta høvi at takka hjartaliga fyri , fóru vit við Norrønu 7 juli 2005. Vit høvdu buss við til Seydisfjarðar, har vit vóru sera væl móttiknir av okkara vertum við føroyavininum Egili á odda. Hann er leiðari á tónleikarskúlanum á Neskaupstaðir, ein býur við uml. 1700 íbúgvum. Tónleikaraskúlin er eisini fyri grannabýirnar. Vit búðu í skúlanum,sum hevði allar hentleikar. Haraftrat vóru vit bodnir heim til búgvið borð bæði privat og av feløgum í Neskaupstaðir.
Við bussinum varð koyrt til tey mest áhugaverdu støðini á Norður- og Eysturlandinum, og hetta vóru minniligir túrar ikki minst, tí at veðrið var so avbera vakurt, meðan vit vóru har, heiður himin hvønn dag. Vit hava knýtt vina- og tónlistabond við grannar okkara vesturi í hav. Eitt samstarv er við at menna seg longu nú til gagn fyri báðar partar.
Vert er at nevna, hvussu nógv meira harmonikutónleikur er frammi í Íslandi, harmonikan verður eisini nýtt til klassiskan tónleik, og til ber at fáa frálæru á tónleika konservatorium, ið verður nevnt accordion tónlist.
Nevnast kann, at frásøgumaðurin á landsmótinum var prestur í Neskaupstaðir, og hann var ein sera hugnaligur og skemtiligur frásøgumaður, sum var ótømandi fyri smáar sera stuttligar søgur, serliga nógvar vóru um prestar, ella sum hann altíð vísti á, so var tað gamla prestin, talan var um.
Vit vóru heima aftur í Føroyum 14. juli í øllum góðum, eftir ein ógloymandi túr hjá frændum okkara í Íslandi.
Vegna Harmonikufelag Føroya
Nevndin