Á ferðaleiðaraskúla í Danmark

Um talið á danum á Service & Co. ferðaleiðaraskúlunum í Spanien skuldu svarað til talið á føroyingum, sum luttaka, so skuldi talið á dønum verið 10 faldað.

Service & Co. er størsti ferðaleiðaraskúli í Danmark, og í samstarvið við Toru Tourist Traffic í Tórshavn bjóða tey eitt intensivt skeið, sum varar í 1 mánaða ? í Norður Spanien, einans 55 km frá Barcelona. Og nógvir føroyingar hava longu roynt seg mót teim mongu avbjóðingunum, sum ein kemur út fyri á skeiðnum.

Skeiðið er um ferðavinnu, tænastu og sølu. Fleiri enn 20 lærarar royna teirra besta fyri at øll tey umleið 90 ungfólkini fáa eina góða barlast innan tænastu ? og ferðavinnuheimin, aftaná lokið skeið.

Skúlin tryggjar øllum teimum, sum hava lokið skeiðið, eitt starv í útheiminum, tó mest sum ferðaleiðari. Tey sum ikki vilja aftur til Føroya beinanvegin, kunnu læra um ferðavinnuna í útheiminum, beinleiðis aftaná lokið skeið. Tey flestu velja at søkja um starv sum ferðaleiðari. Møguliga er tað tann avbjóðingin sum dregur, tá so nógvir ungir føroyingar royna seg sunnanfyri.

? Føroyingar eru sikkur kort fyri tey stóru feløgini innan ferðavinnuna. Tey kenna tey skandinavisku málini, kunnu tosa og skilja allar danar, norðmenn og sviar. Tað hava stóru nøvnini so sum, Ving, Star Tour og Apollo, stóran áhuga í« sigur Palle Højsholt, sum er stjóri á Service & Co.

Hann heldur fram

? Og eg haldi ikki, at føroyingar fara at steðga á nú. Á skúlanum hava vit sæð føroyingar, sum hava verið ígjøgnum útbúgvingina, fingið nógv burturúr, bæði á tí persónliga, tænastuliga og menniskjaliga økinum, sigur Tora Tourist Trafficí tíðindaskrivi.mur plaga vit at siga.

Umframt at kvøða og dansa á varmakelduhelluni, plaga vit altíð at syngja úr Føroya Fólks Songbók, har hópur av framúr vøkrum songum eru at finna. Latum okkum í framtíðini bera so í bandi, at henda bók við skaldsligum perlum ? verður nýtt og at hon verður ikki skift út við aðrar sangir, ið skaldsliga ikki koma »Føroya Fólks Songbók« til knýggja. Vandin lúrir, tí ávirkanin uttanífrá er stór og sterk og mangan er tað so, at tað ikki eru vit sjálvir, ið seta mørkini, men onnur uttanífrá.

Hans Andrias Djurhuus vísir í síni yrking eisini á tann sosiala týdningin tað hevði at koma saman út í náttúruni tá hann sigur soleiðis:


Har kendist høgt at lofti

og langt á óndskaps mið.

Fró sótu tey hjá keldu í

semju lið um lið.

Tey tóku upp í lógvan

og drukku heilsubót,

so tváaðu tey andlit og

hond og bróst og fót.


Latum okkum halda fram við hesum at fara út í náttúruna og njóta hana í góðum vinalag ? í góðum anda, soleiði sum fræga skald okkara Hans Andrias Djurhuus yrkti.

Góða Varmakeldustevnu.


Signar á Brúnni