Ferðaleiðaraskúlin Service & Co: Sakna føroyingar

Danski ferðaleiðaraskúlin, Service & Co, saknar eitt føroyskt íkast til komandi skeiðini. Higartil hevur bert ein føroyingur biðið um upplýsingar viðvíkjandi ferðaleiðaraskúlanum, og eru tey ógvuliga skuffað av hesum

Tjæreborg: Skúlin hevur lýst í føroysku fjølmiðlunum, men áhugin fyri at sleppa á ferðaleiðaraskúla í er milt sagt ikki stórur. Danski ferðaleiðaraskúlin, Service & Co er einasti skúli av slíkum slag, sum hevur arbeiðstrygging. Hetta vil siga, at eftir lokna skúlagongd, so er tryggja tey tær mestsum eitt arbeiði innan ferðavinnuna og hjálpa tær við at koma uppá pláss.
? Vit hava havt nógvar føroyingar á skúlanum, men tað er ógvuliga ymiskt, hvussu nógvir føroyingar koma hvørja ferð, sigur Palma Olsen, sum sjálv hevur verið á ferðaleiðaraskúla, og sum nú arbeiðir hjá Ungrejs, sum er størsta ungdómsferðaskrivstova í Danmark.
? Hvørt ár skipa vit fyri fýra skeiðum, sum eru ávíkavist 4 og 5 vikur til longdar. Hesi skeið eru í Spania ella á Malta.

Tænastan í hásæti

Tá tú fert á ferðaleiðaraskúla er tað tænastan, sum verður sett í hásæti. Og er hetta ein góður grundarsteinur fyri at sleppa víðari innan ferðavinnuna, tí á ferðaleiðaraskúla fært tú alla grundvitan sum er neyðug.
? Føroyingar eru annars stórt saknaðir á ferðaleiðaraskúlanum, greiðir Palma frá. ? Danir eru eisini ógvuliga glaðir fyri føroyingar. Teir siga, at føroyingar eru meira álítandi, og ofta verður arbeiðið eisini gjørt betri, uttan ov nógv hóvasták. Føroyingar hava eisini tann fyrimunin, at teir duga betri at tosa norskt og svenskt enn danir, og harafturat duga teir jú flótandi danskt.
Fyri at sleppa á ferðaleiðaraskúla er einasta krav, at tú dugir at tosa enskt soleiðis, at tú megnar at hava eina samtalu, og at tú ert 18 ár ella eldri.
Um hetta hevur fangað tín áhuga, so fært tú meira at vita á heimasíðuni hjá Service & Co, www.service-co.dk ella við at senda teldupost á [email protected] ella um tú heldur hevur hug at ringja, kanst tú ringja á telefon +45 70 211 222.