Ferðaleiðaraskeið við starvsgaranti

Í hesum døgum er Súsanna Gunnarsson frá skandinavisku ferðaleiðarafyritøkuni Service & Co í Føroyum og bjóðar øllum áhugaðum á ferðaleiðarskeið í Barcelona í Spania við garanti fyri at tey fáa starv sum ferðaleiðarar, tá skeiðið er liðugt.

Í hesum sambandi bjóðar føroyska ferðaskrivstovan Tora Tourist Traffic, sum umboðar Service & Co í Føroyum, ókeypis ferðseðil úr Føroyum til Kastrup og tur/retur. Hetta fyri at tað skal ikki kosta meira fyri føroyingar enn danir at koma á ferðaleiðaraskeiðið í Barcelona.


Ferðaleiðaraskúlin "Service og Co" upplærir ferðaleiðarnar til tey størstu og mest væl umtóktu ferðaliðini í øllum Skandanavia. Súsanna sigur, at sum føroyingur hevur tú sterk kort á hondum, tí føroyingar eru væl umtóktir, tá tey stóru ferðaliðini seta starvsfólk til at átaka sær umráðandi tænastuuppgávurnar úti á ferðastøðunum. Føroyingar eru m.a. væl umtóktir, tí teir duga væl tey skandanavisku málini, teir kunnu tosa við øll og skilja danskt, norskt og svenskt, og tað er ein fyrimunur hjá teimum stóru ferðaliðunum.


Service og Co. er tann einasti ferðaleiðaraskúlin sum ”við garanti” kann bjóða arbeiði til allar teir góðkendu næmingarnar. Tað merkir, at um tú verður góðkendur, so kanst tú síggja fram til eitt spennandi arbeiði í útlandinum, sigur Súsanna Gunnarsson frá Service og Co. Skúlin er stórur og vælkendur. Fleiri enn 4.000 næmingar hava tikið prógv á skúlanum, síðan hann varð stovnaður í 1998.


Súsanna Gunnarsson er 27 ár gomul og fødd í Havn. Frá 1994 búði hon á Bømlo í Vesturnorra. Liðug við framhaldsskúlan var hon eitt skifti í USA og eitt skifti í Føroyum. Súsanna hevur, eins og fleiri aðrir føroyingar, gingið á ferðaleiðaraskúlanum hjá Service & Co., og síðan var hon eina sesong ferðaleiðari fyri charterfelagið Apollo á Kreta. Í dag býr Súsanna í Danmark. Hon hevur síðan 2007 arbeitt á skrivstovuni hjá Service & Co í Århus, og hevur hon tvey tey seinastu árini búð í Keypmannahavn, har hon arbeiðir bæði í check-in í Kastrup og í billett-service í Tivoli, umframt at hon heldur fyrilestrar fyri Service & Co.


Tora Tourist Traffic í Tórshavn kann hjálpa við spurningum, sum kunnu sendast til Sámal Bláhamar á adressuni: [email protected]. Upplýsingar kunnu eisini fáast á heimasíðuni: www.guide.fo. Eisini ber til at senda spurningar til: [email protected], har svar fæst innan 48 tímar. Umsóknarfreistin til ferðaleiðaraskeið við ókeypis ferðseðli úr Føroyum til Kastrup og tur/retur er 2.mai 2011.