Í dag vitjar ferðamannaskipið, Oriana, á Havnini í nakrar tímar. Tað legði at klokkan 09:00 í morgun og er komið úr Greelock í Skotlandi.
Skipið tekur 1.880 ferðafólk, og manningin telur 794 fólk.
Oriana varð bygt í Týsklandi í 1994 og sigdli fyrstu ferð í 1995. Drotning Elizabeth II hevur doypt nógv skip gjøgnum ár og dag, og Oriana telur millum hesi.
Tá Oriana var nýtt, taldist tað millum tey størstu ferðamannaskipini í heiminum, og tað var tað størsta skipið, sum varð bygt í Týsklandi síðan 1914. Tað er 260 metrar langt og 32,2 metrar breitt.
Oriana loysir frá kai aftur í dag klokkan 17:00 og setir kósina móti Lerwick í Hetlandi.