Ferðamannaskipið »Norröna«

Undirritaði var á ferð við Norrönu í summar, og má eg siga frá okkara upplivilsi, sum ikki var av tí besta.

Tað byrjaði við at vit ynsktu at ferðaskrivstovan hjá Norrønu skuldi hjálpa okkum at ordna ein túr til Italia. Men tað høvdu teir ikki tíð til, tað máttu vit ordna sjálv, so tað gjørdu vit so.

So komu vit umborð. Tað skal sigast, at undirritaði hevði ikki verið um borð fyrr. Tað var eitt sjokk, tá eg sá umstøðurnar fyri børn umborð. Tað einasta, sum børn frá 7-11 ár kunnu gera, er at spæla casino spøl ella pengamaskinur, sum mann kennir í grannalondum okkara, og sum ikki eru loyvdar í Føroyum. Hesar maskinur vóru alla staðni har tú ferðaðist umborð, so tað var straks at vit máttu tosa við børnini um vandan við at seta seg við hesar maskinur, sum hava gjørt fleiri túsund fólk sjúk í okkara grannalondum. Men hvat skulu vit so gera, pápi, spurdu børnini so? Ja, tað var ein stórur spurningur. Vit kunnu kanska bíða til seinni um kvøldið, tí tá kunnu vit jú spæla black jack ella roulettu í Vikingbar, sum byrjaði kl. 20, ella spæla bingo (tað eru jú ikki nógv børn á hesum aldri, sum tíma at spæla bingo) ???? So vit máttu jú bara royna at koma ígjøgnum hendan túrin.

Eg má eisini nevna, at hetta skip verður kallað tollfrítt, men tað sær mann ikki á prísunum umborð. Eg kann t.d. nevna nakrar: Kaffi 16 kr. – vanligur prísur í landi 12 kr. Morgunbuffet 75 kr. – í landi 45-55 kr.

Tað er mær ein gáta, hví prísirnir eru so høgir. Mín erfaring er tann, at tá tað er eitt sindur bíligari enn vanligt er, tá koma fleiri at eta, og tað verður keypt nógv meira. So hjá mær varð ikki keypt tað heilt stóra. Vit høvdu sum tey flestu eisini ein matkassa við, sum var fyltur í DK fyri helvtina av tí, tað kostar umborð á Norrönu.

So er tað reinligheitin umborð á Norrönu. tað skal sigast, at eg sjálvur eri roykjari, so eg mátti inn á Viking bar, ella út á dekkið at roykja. Alt gott um tað. Men tá fleiri hundrað fólk hava verið og roykt og ongin hevur ruddað, so kann man hugsa sær, hvussu tað sá út á Viking bar. Alt fleyt í lorti. Og var tað spesielt á veg til Danmarkar.

So eru tað starvsfólkini um borð. Tey eru jú flest fitt, men mín stóri trupulleiki var, at eg aldri visti hvat mál eg skuldi tosa, tí har vóru føroyingar, danir, íslendingar, norðmenn, sviar, polakkar og mong onnur. So um hetta er planurin, so haldi eg at vit sum ferðafólk skulu fáa at vita, at hetta skip hevur enskt sum høvuðsmál. Tí tað er nokk so troyttandi at forklára einum polakki, sum ikki skilir ella tosar enskt, at okkum manglar wc-pappír!

At enda vil eg koma eitt sinidur inn á Informatiónina, sum tú hevur á ferðaseðlinum. Har stendur ein dagseting og tíð og har stendur longd á tínum bili. Men tað stendur ongastaðni, nær tú skal møta, og tað stendur heldur onki um hæddina á bilinum.

Tað var nevniliga so, at eg hevði keypt mær eina boks á bilin, og tá vit koma til Hanstholm eina tíma fyri fráferð fekk eg at vita, at vit skuldu koma 1 1/2 tíma fyri fráferð. Og at nú var bilurin nógv ov høgur. Persónbilur má bara vera 195 cm, segði starvsmaðurin. (Eg havi aldri sæð so høgan persónbil) og mín var nú 210 cm, (eg havi ein jeep). So um eg ætlaði mær við, mátti eg rinda 675 kr. eyka, sum eg so gjørdi. Eg spurdi so, hví hesir upplýsingar stóðu á ferðseðlinum, var svarið, at tað stóð í einum katalogi. Men hvør hevur eitt katalog við sær at ferðast í ein mðr.?

So um eg taki um tað heila, so skilji eg ikki, hví Norröna hevur loyvi at hava allar hesar pengamaskinur umborð. tá skipið siglir við ferðafólki. Hví royna tit ikki at gera meira fyri børn frá 7-12 ár? (Tað var nógv stuttligari og betri umborð á gomlu Norrönu). Um tit vilja tjena meiri pengar, setið so prísin niður á øllum vørum og service umborð. Takk fyri.

Vinarliga við vón um betri skip í framtíðini.

 

P.S. Minnist til at seta allar upplýsingar á ferðaseðilin.