Ferðavinna
Stýrið fyri Ferðaráð Føroya skal víðkast frá trimum limum til umleið tað dupulta. Tað fer helst at gera arbeiðið hjá ráðnum tyngri, heldur formaðurin í Ferðaráðnum.
Í samband við uppskotið um framtíðar ferðavinnupolitikk, sum Bjarni Djurholm hevur lagt fyri Løgtingið, fer hann at leggja uppskot um umskipan av Ferðaráðnum.
Ferðaráðið, sum tað er í dag, hevur eitt trímannastýri, sum er valt sambært løgtingslóg. Í lógini stendur soleiðis:
» § 3.1) Fyri Ferðaráðnum situr stýri við 3 limum, ið verða valdir soleiðis: 1 av Føroya landsstýri, ið er formaður, 2 av Føroya landsstýri eftir tilmæli frá ávikavist flutningsfeløgum, herundir ferðamanna- og kunningarstovum, og hotel- og gistingarhúsvinnuni, ið hvør sær skulu innstilla 3 evni.
Stk. 2. Stýrið er hægsti myndugleiki fyri ferðaráðnum og hevur ábyrgdina av virkseminum hjá ráðnum.
Formaður í stýrinum fyri Ferðaráð Føroya er Petur Oliver í Hoyvík. Hann sigur, at eftir hansara meting verður tað tyngri at arbeiða, tá stýrið fer at vaksa til tað dupulta ella so, um gingið verður eftir tí uppskoti, sum hann kennir til og væntandi fer at verða lagt fram.
Hann sigur, at vinnan framvegis fer at gera innstilingar til síni umboð, men at tað fara at verða fleiri stýrislimir, sum veljast skulu av eitt nú Vinnumálastrýrinum og Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Landsstýrismaðurin fer sjálvur at útnevna formannin í stýrinum.
Petur Oliver í Hoyvík sigur, at hann ivast eitt sindur í, hvussu rætt tað er, um Ferðaráðið í framtíðini fer at verða stýrt av einum embætismannastýri heldur enn av vinnuni sjálvari. Og tað heldur hann vera eina løgna gongd undir einum høgra-liberalistiskum stýri, sum tað, vit hava í Føroyum í dag.
At stýrið verður manssterkari, heldur hann vera fyri at ganga ynskjum á møti, frá pørtum, sum meta seg sjálvan at eiga sess í stýrinum.
Formaðurin í Feðraráðnum vísir á, at stýrið fyrr hevur verið væl størri, enn tað er nú, men varð tøvt til tað núverandi, júst við teirri grundgeving, at tað helst fór at virka betri. Og hann metir, at tað hevur gingið rímiliga væl at fáa teir tríggjar stýrislimirnar at samstarva, sigur Petur Oliver í Hoyvík, formaður í stýrinum fyri Ferðaráð Føroya. At økja talið av stýrislimum, metir formaðurin kann fara at hava ein fjaldan møguleika fyri afturstigi við sær.